Eitt lítið barn skal leiða tey

”Og tey bóru smá børn til hansara, at hann skuldi nema við tey; men lærusveinarnir høvdu at teimum, sum bóru tey. Men tá ið Jesus sá hetta, varð hann vreiður og segði við teir: »Latið smábørnini koma til mín, forðið teimum tað ikki, tí at Guðs ríki hoyrir slíkum til. ”
Mark.10,13-14

 

 

Ein kona yviri í USA greiddi frá uppvøkstri sínum. Hon vaks ikki upp í einum kristnum heimi. Syndin hevði herjað heim teirra og gjørt tey vesal og ólukkulig so langt aftur, hon mintist. Hon visti ikki, hvat friður og gleði var.

 

Pápin brúkti tíð sína og ein stóran part av pengum sínum í ølstovum, har teir eisini spældu kort. Hetta var í einum býi, sum var vaksin upp eftir stuttari tíð, tí nógv nám vóru har. Fólkini, ið har búðu, vóru flutt hagar allastaðni frá, tey vóru rá og ógvuliga ljót í munninum. Pápin var ofta burtur fleiri dagar upp í slag, og hann vildi ikki siga, hvar hann hevði verið, tá ið hann at enda kom afturíaftur.

 

Mamman leið nógv hesa tíðina, og av tí at hon ikki kendi Harran, dugdi hon ikki at kasta sínar byrðar á hann. Støðan versnaði í hvørjum, og at enda segði mamman, at nú orkaði hon ikki meir. Tey løgdu ætlanir um at skiljast og sendi tey 4 børnini í hvør sítt heraðshorn.

 

Ein dagin fingu tey sendandi langvegis frá eitt kristiligt blað. Henda konan – hon var elst av teimum 4 systkjunum og 9 ára gomul tá – las tveir vitnisburðar, sum stóðu í hesum blaðnum. Ein maður, sum hevði verið drankari vitnaði um, hvussu Jesus hevði loyst hann út úr syndini. ”Hatta er júst sum pápi,” hugsaði gentan. Hitt var ein kona, sum vitnaði um, at hon ikki hevði havt dirvi at trúgva Gud fyri seg og børn síni. ”Hatta er júst sum mamma,” hugsaði gentan. Bæði hesi menniskjuni greiddu frá, hvussu tey høvdu funnið Harran, og hvussu eydnusæl tey nú vóru at tæna Gudi.

 

Smágentan hugsaði allan dagin um hetta, og um kvøldið fall hon á knæ við songina og gav Jesusi hjarta sítt. Hon segði, at hon ynskti at fáa tað, sum hon hevði lisið um, og at Harrin mátti gera heim teirra lukkuligt.

 

Hon greiddi frá: Um náttina hevði eg ein undurfullan dreym. Eg hevði ongantíð lisið skriftstaðið, har Harrin greiðir frá dóminum við ta stóru, hvítu trónuna; men í dreymi mínum sá eg hana. Seinni las eg um hana, og dreymur mín samsvaraði heilt við frágreiðingina í Bíbliuni.

 

Eg sá Harran standa mitt í skaranum; har vóru menniskju av øllum fólkasløgum og ættum. So langt, tað bar mær til at síggja, var tað sum eitt stórt hav av menniskjum. Harrin stóð har! Hár hansara var hvítt sum kavi, klæði hansara hvít og víð nógvum føllum! Útsjónd hansara var undurfull fyri tey, sum kundu líta at honum, men tað vóru summi, sum fjaldu andlit síni, av tí at glansurin var so sterkur, so tey toldu ikki at hyggja at honum, og har var ein stór riva niður í jørðina, sum ein avgrund, og har uppúr kom roykur. Har stóð djevulin, og tað tóktist, sum hann stóð og bíðaði eftir teimum, sum Harrin vildi reka aftur.

 

Tað sýntist, sum tað var ein glar trappa, ið førdi upp til himmals, og á trappuni sveimaðu einglar. Likam teirra man hava verið himmalskt, tí tey líktust ongum, sum tað ber til at greiða frá. So við og við sum menniskju komu fram fyri Harran, vórðu tey dømd ein og ein, og tey blivu annaðhvørt tikin ímóti ella rikin aftur, tað tóktist, sum tað bert var eitt eygnabrá ella eitt smíl frá Harranum, sum var hitt avgerandi.

 

Tá ið eg átti, smíltist Harrin til mín og gav mær eina ábending um at fara við einglunum; men eg krógvaði meg í føllunum á klæðum hansara og bíðaði til pápi mín átti. Hann kom og bleiv rikin aftur. Eg treiv í klæðini á Harranum og bað hann: ”Bjarga pápa mínum, fyri mína skuld.” Til tá hevði tað sæð út, sum Harrin ikki hevði lagt merki til mín; men nú vendi hann sær á við einum smíli og segði, ”Sig við pápa tín, at hann má gera seg til reiðar.” Her endaði dreymurin.

 

Morgunin eftir kom pápi mín til hús við stívari kenning. Hann hevði sitið 10 tímar og spælt kort. Vanliga var hann ógvuliga illur í sær; men hann lurtaði eftir mær, meðan eg segði honum dreymin, og at Harrin hevði frelst meg. Tí rópti hann: ”Á Gud, um tað ert tú, sum talar til mín gjøgnum hetta barnið, so vil eg geva tær lív mítt.”

 

Endin á øllum bleiv, at bæði foreldrini blivu frelst, og nú var liðugt við trupulleikunum í heimi teirra, og amboðið, Harrin nýtti, var ein níggju ára gomul smágenta.

E.Campbell umsetti