Eitt undur er í tínum munni
Tala sum Guds orð.
“Men hvat sigur hon? “Orðið er tær nær, í munni tínum og í hjarta tínum.”Tað er tað trúarorðið, sum vit prædika” (Róm 10,8).
“Tann, sum munn sín gætir, varðveitir lív sítt, men vanlukka verður skræðugákinum fyri” (Orðt 13,3).
“Set tú, Harri, vakt fyri munn mín, varðhald fyri dyr varra mína!” (Sl 141,3).
“Komið higar, børn og lýðið á meg, eg vil tykkum kenna ótta Harrans! Stendur nakars hugur til lívið, ynskir hann dagar, til tess lukku at njóta, so varðveit tína tungu frá illum, og varrar tínar frá fals at tala!” (Sl 34,12-14)
Tey fyrstu versini í Jákupsbrævinum siga frá einari óstýriligari tungu, men 17. og 18. vers er tað rætta at ogna sær hjá einum Gudsbarni: “Men vísdómurin omanfrá, hann er fyrst reinur, tínæst friðsamur, mildur, lagaligur, fullur av miskunn og góðum fruktum, ósvikaligur, falsleysur. Men rættferðar frukt verður sáað í friði fyri teimum, sum binda frið” (Ják 3,17-18).
“Av fruktum av mans munni verður búkur hans mettur, av ávøksti varranna mettast hann. Deyði og lív eru í tungunnar valdi, og tann, sum hevur teym á henni, skal njóta frukt hennar” (Orðt 18,20-21).
“Set tú, Harri, vakt fyri munn mín, varðhald fyri dyr varra mína!” (Sl 141,3)