Eittans fótafet
”Men Dávid svaraði honum aftur og mælti: »Vissuliga veit faðir tín, at tú hevur góðan tokka til mín og hugsar við sær: Jónatan skal ikki vita av hesum, so eg ikki elvi honum sorg. Nei, so satt sum Harrin livir, og tú livir: millum mín og deyðans er eittans fótafet.« ”
1.Sám.20,3
Tað er Dávid, sum sigur hesi orð til vin sín, Jónatan. Sául, kongur, lá Dávidi eftir lívinum. Hóast tað hevði eydnast Jónatan ferð eftir ferð at bjarga lívi Dávids, so skilti Dávid tó, at lív sítt hekk sum í einum tráði. ”Millum mín og deyðans er eittans fótafet”.
Men júst ígjøgnum mótgangin hevði Dávid lært at skilja heimsins fáfongd, og ígjøgnum síni egnu føll lærdi hann at kenna sítt egna máttloysi. Hetta kemur til orða mangar staðir, t.d í Sálmi 103: ”Mansins dagar eru sum grasið, sum blómin á markini so blómar hann. Tá vindurin yvir hann fer, er hann horvin, og heimstað hans hann ei kennir meir. ” Sl.103,15-16
Men eisini gjøgnum trongdirnar hevði hann lært at leita inn til Gud. Neyvan er nakað skrift í Bíbliuni, sum andar meira av áliti enn Dávids sálmar. Hann hevði lært at leggja seg inn til Gud faðirs hjarta við neyð síni, og har upplivdi hann, at Gud var styrki hansara, og at ”Jákups Gud var fasta borg hansara”.
Eittans fótafet. Hóska ikki hesi orð sum yvirskrift yvir hvørt mannalív? Yvir títt og mítt? Mær tykir tað! Lívsleið okkara er frá vøggu til grøv. Hjá summum er hon stutt, hjá øðrum eitt sindur longri. Men tá ið saman um kemur, mugu vit ásanna, at lívið er stutt. Og ymisliga fellur lívið hjá okkum. Tann, ið fær loyvi at liva eitt áramál, sleppur neyvan undan at royna nakað av heimsins mótgangi, sút og gremjan. Men tann tyngsta byrðan at bera er tó syndabyrðan. Eingin kendi hetta gjøllari enn Dávid, og tí kundi hann eisini, tá ið hann hevði upplivað syndanna fyrigeving, frøast í sál síni og siga: ”Sælur er hann, hvørs misbrot er fyrigivið, hvørs synd er kvittað. ” Sl.32,1
Eisini tú, sum knógvar undir syndabyrðuni, kann uppliva hesa somu gleði. Jesus sigur: ”Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu. ” Matt.11,28
Um onkur, ið lesur hesar reglur, hevur tað svárt á ein ella annan hátt, annaðhvørt tað er syndin, ið nívir, sjúka, saknur ella einsemi, so skal tað sigast til tín: tú ert ikki einsamallur, Jesus sær teg! Legg teg tí við øllum, sum teg tyngir, inn til hansara frelsarahjarta. So vil hann siga tær – og hann vil, at tú skalt líta á tað í trúgv: – Vinur mín, tað er fullgjørt eisini fyri teg!
Cl. Eliassen