Eldurin reinsar og skapar pínu – men gevur eisini hita og ljós
“tí ráði eg tær, at tú keypir av mær gull, brent í eldi, fyri at tú kanst verða ríkur, og hvít klæði, fyri at tú kanst klæða teg við teimum, og skommin av nakni tínum ikki skal verða at síggja, og salvu at smyrja eygu tíni við, fyri at tú kanst síggja.”
Op.3,18
Eldur er av avgerandi týdningi fyri tilveru okkara. Menniskjan hevur gjøgnum allar tíðir gjørt nýtslu av eldinum, men eisini borið ótta fyri honum.
Guds orð er sum eldur, lesa vit. Tað vil siga, at orðið hevur teir somu lokkandi eginleikarnar sum eldurin. Tað avdúkar, skapar pínu, reinsar og festir í alt, sum kann brenna, og sum ikki er ektað í mannasinninum. Tað lýsir og hitar – alt eftir, hvussu vit eru, tá ið vit møta Guds orði.
Vit menniskju vilja, at onnur skulu halda, at vit eru so og so, um vit so kanska als ikki eru tað. Men yvir fyri Gudi gongur slíkt ikki.
Orð hansara avdúkar okkum – og tað er ikki nøkur hugnalig uppliving. Men vit mugu ígjøgnum tað. Ikki tí at Gud er forvitin. Hann kastar aldri ljós yvir okkara innaru menniskju fyri at avdúka, men fyri at reinsa og leiða okkum út í ljós og hita. Men so leingi sum vit heldur vilja liva í myrkri, fer ljósið altíð at virka óhugnaligt.
Men vit verða var við, at orðið er sum eldur, sum etur seg inn á okkum. Vit skilja mannin so væl, sum aftan á eina harða prædiku spurdi prestin: “Hvør hevur fortalt tygum alt um mítt lív?” Soleiðis kann tað kennast, tá ið Guds orð brennir sær veg inn í sinn okkara, aftur um fasaduna og inn í øll loynd skot.
Men hetta er bert ein síða av orðsins gerningi. Tá ið hetta er av, skapar tað sama orðið, sum ræddi meg, trygd, hita og ljós. Guds orð hevur mangar eginleikar, júst sum eldurin. Tað krevur alt ella einki, og eingin kann fjala seg fyri tí.
Men tað kemur eisini við fyrigeving og náði frá honum, sum hevur tað kærleiksfulla hjartað, honum, sum elskar okkum so høgt, at hann gav son sín hin einborna, fyri at vit kunnu blíva frelst.
So er tað tá ikki so vandamikið, sum vit hildu. Sjálvandi kostar tað at standa frammi fyri Guds altsíggjandi eyga og at geva honum rætt. Men aftaná verður sinnið fylt av eini varandi vissu um fulla fyrigeving.