Elska næsta tín sum teg sjálvan

Skrivað: Tórun Poulsen

“Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg” (Matt 22,39).

Tann, ið elskar Gud, má eisini elska næstan. Tað ber ikki til at hava góð viðurskifti við Gud og ikki elska næstan.

Hvør er so næsti mín? Jú eitt og hvørt menniskja, vit møta, familja ella ikki, líkamikið, øll tey, vit á ein ella annan hátt koma í samband við, eru okkara næsti.

Tá ið vit lesa um samáriubúgvan, ið kom fram á ein fremmandan, ið als ikki var í hansara umhvørvi, og hjálpti og syrgdi fyri, at hann fekk ta bestu viðgerðina, ja, so síggja vit, at líkamikið um tað er ein okkara ella onkur annar, skulu vit hava kærkeika til øll.

Tað kann vera so nógv ymiskt, ið menniskju hava tørv á. Eru vit til reiðar at ofra okkum ella av tí, vit eiga? Ella halda vit, at onkur annar kann taka sær av hasum?

Um vit ikki vilja vísa vælvild, hvør er so Harri í okkara lívi?

Hvussu gott er tað ikki at fáa eina útstrakta hond, tað er ikki altíð, at tørvurin er so stórur.

Ein mamma sat og græt um sína dóttir, ið hevði tað so svárt av sálarligari sjúku. Inn kemur ein úr samkomuni, hon gekk í. Hann hevði eina fløgu við tveimum dønum, ið sungu so sera vakurt um Jesus. Hendan vitjanin gjørdi so gott, at hon gloymir tað ongantíð.

So lítið og tó so nógv kunnu vit gleða okkara næsta við.

Jesus vil, at vit elska hvør annan.

Vit kunnu tað, tí hann elskaði okkum fyrst.

Jesus elskar teg.