Elska næsta tín

Skrivað: Maja Jakobsen

Hjá Markusi (12,30) lesa vit: “Og tú skalt elska Harran, Gud tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum og av øllum mátti tínum” og í 31. versi: “Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg. Einki annað boð er størri enn hesi.”

Hetta eru ikki smávegis boð. Ber hetta yvirhøvur til?

Í dagsins samfelagi tykist hetta mangan vera fremmant og ókent. Størsta fokus tykist at vera: Eg, meg, mær og mítt – eisini tá tað kemur til trúnna. Mangan verður sagt, at eg trúgvi á Gud, men eg havi mína egnu trúgv.

Rætt er tað, at eg skal hava mína trúgv – mína egnu persónligu trúgv. Men tað má ikki vera ein trúgv, sum eg snikki til, so hon passar til mín. Geri eg tað, so er tað ikki tann sanna gudstrúgvin, sum Guds orð boðar okkum.

Bíblian sigur, at vit skulu elska Gud fyrst. Hvussu kunna vit elska Gud? Við at lesa, lurta og biðja koma vit at kenna Gud, og koma at elska hann meir og meir. Heilagi Andin opinberar okkum, hvussu stórur og góður Harri og Gud okkara er.

Tað kann eisini vera ringt at elska seg sjálvan. Sjálvsvirðið hjá nógvum menniskjum er lágt, og um eg elski meg sjálva, kann tað tykjast, sum eg eri egoistiskt.

Eg skal elska næstan sum meg sjálva, stendur skrivað. Um eg síggi meg sjálva og næstan sum menniskju, sum eru skapt og elskað av Gudi – ja, so er lættari bæði at elska meg sjálva og at elska næstan.

Við trúnni á Jesus og í samfelagnum við hann vaksur kærleikin til næstan. Heilagi Andin virkar tað í okkum. “Tað er ikki longur eg sum livi, men Kristus livir í mær,” sigur Paulus í Galatabrævinum 2,20. Kristus vil umbroyta okkum.

Bøn: Hjálp mær, Gud, at elska teg fyrst, og hjálp mær at elska næsta mín sum meg sjálva. Hjálp mær at halda fokus á teg og fullgjørda frelsuverkið og ikki á meg sjálva. Lat meg rætta næstanum, sum tú setir á mín veg, eina hjálpandi hond og vísa honum kærleika.