Elskar tú, eins og Jesus gjørdi?

Skrivað: Judith Johannessen

”Børn míni, latum okkum ikki elska við orði og ikki elska við tungu, men í verki og sannleika.” (1. Jóh 3,18)

Jesus elskaði menniskju í verki. Hann vísti, at hann elskaði og sá akkurát tað menniskja, sum hann stóð frammanfyri. Hann sá menniskja og ikki teirra starv, teirra fortíð, teirra familju, teirra synd – hann sá hjarta, og tí elskaði hann. Hann vísti menniskjum kærleika í mátanum hann hevði virðing fyri teimum, at hann sá tey, sum eingin annar sá. Hann gav sær tíð, hann var nærverandi, har hann var og hevði samkenslu.

Jesus elskaði í sannleika. Ofta er tað ikki behagiligt at hoyra sannleikan, men tað er ofta neyðugt og tað, sum í roynd og veru er best fyri okkum. Jesus pakkaði einki inn, men segði altíð sannleikan, men altíð í kærleika.

Ein tanki, sum hevur fylt nógv hjá mær tað seinastu tíðina er – hvat havi eg lært av, hvussu Jesus elskaði?

Líkist eg Jesusi í, hvussu eg elski menniskjuni rundan um meg?

Eisini havi eg hugsa nógv um hetta við at eyðmýkja seg, tora at skifta meining, tora at broyta okkurt sum ”altíð hevur verið so”, tora at traðka út og gera nakað nýtt, síggja menniskju sum eingin annar sær, og at handla uppá tað í verki.

Lærusveinarnir vóru allir ungir menn – og tað kann ikki altíð hava verið lætt hjá teimum at tikið alt, sum Jesus lærdi og segði til sín, tí tað var beint mótsatt av tí, teir høvdu hoyrt og gjørt fyrr. Jesus var eisini noyddur at rættleiða teir til tíðir. Men teir tóku tað til sín, umbroyttust og lærdu at elska menniskju sum Jesus.

So hvussu er hjá tær? Hvussu er hjá mær? Má hetta komandi árið, verða eitt ár, har vit seta okkum fyri at læra at elska í verki og sannleika – og læra av okkara meistara!