Endamálið
Tað er týdningarmikið at seta sær mál, men tað er alneyðugt at hava eitt endamál í lívinum.
Flestu okkara hava sæð ella hoyrt um fólk, sum eru farin vandafullar ferðir, eitt nú til Norðurpólin. Til tílíka ferð er alneyðugt, at fyrireikingararbeiðið er gjørt til lítar, so tey kunnu náa málið fyri ferðini.
Men tað er bert helvtin av ferðini, tí málið kann ikki bert vera at koma til Norðurpólin. Nei, endamálið er sjálvandi at koma heim aftur í øllum góðum.
Vit eru eisini á ferð, lívsins ferð. Á hesi ferð kunnu vit seta okkum fleiri mál, tað veri seg innan ítrótt, útbúgving, starv og so framvegis. Tað er einki galið í tí, heldur tvørturímóti. Men tað kann ikki vera endamálið við lívinum. Tí so er tað sum hjá einum dára, sum bert vildi náa Norðurpólin, men ikki fyrireikaði seg til heimferðina.
Hevur tú fyrireikað teg til heimferðina?
”Tí hvat gagnar tað manni at vinna allan heimin og bøta afturfyri við sál síni?” (Mark 8, 36)