Endurskyn

Skrivað: Ólavur Øre Hansen

Tað kann tykjast so møtimikið, tá Jesus sigur, at vit eru ljós heimsins. Vit hyggja inn í okkum sjálv og síggja alt annað enn heimsins ljós.

Eitt kvøldið, eg var til arbeiðis á einum sambýli, skuldu vit fara ein gongutúr. Eg fann bert nøkur fá endurskyn, so vit høvdu eitt endurskyn í part. Var ikki álvuligur við støðuna, men vit fóru kortini út í kvøldarmyrkrið. Sum vit gingu, hugdi eg ofta eftir endurskynunum, men tey vóru sjálvandi myrk. Tá ein bilur kom framvið, lýstu endurskynini og gjørdust so aftur myrk, tá bilurin var farin framvið.

Seinni sama kvøld møti eg einum manni, sum hevur sæð okkum gingið túr. Eg nevni fyri honum, at vit bert høvdu nøkur fá endurskyn, og at tað var so myrkt. Tá svaraði hann aftur, at hann sá tey trý endurskynini í langari frástøðu, tí ljósini upplýstu endurskynið, so tað skein út í myrkrið.

Soleiðis er tað eisini við okkum trúgvandi; vit endurspegla Guds ljós út í myrkrið, og tá er spurningurin ikki um støddina av endurskyninum, men um tað er vent móti ljóskelduni, og tá eru vit ljós heimsins.

”Tit eru ljós heimsins” (Matt 5,14a).