Er Gud við okkum

Skrivað: Hans Kristian Justesen

Fyri stuttum las eg um eina familjuhending, sum bæði gjørdist áminnandi og kveikjandi fyri meg:

Níggju ára gamli Keith sat og stardi út ígjøgnum vindeygað. Uttanfyri sær hann pápa sín fara í holtur við at rigga familjusvimjihylin av fyri hetta summarið. Svimjihylurin skuldi gerast klárur til veturin. Keith sá pápa sín opna ein kannu av kemikalium og fylla niður í hylin. Síðan tók hann eina aðra kannu og fylti meira í hylin. Keith hugsaði, at tað var nú ein ordilig rúgva av ymiskum, sum skuldi fyllast í handan hylin. Beint tá ringdi telefonin, og Keith rann yvir fyri at síggja, hvør tað var. ’Ókent nummar’, stóð á skerminum. Mamman og pápin høvdu sagt við hann, at hann ikki skuldi tosað við fremmand, men henda dagin var tað sum um, at ein innara rødd segði við hann: ”Svara telefonini!” Trongdin var so sterk, at hann tók telefonina og segði: ”Góðan dag”. ”Kann eg tosa við pápa tín, Steve?”, segði røddin í hinum endanum. Keith kendi ikki røddina. Tað var nokk onkur telefonseljari, hugsaði hann. Men okkurt fekk hann til at svara manninum í telefonini, at hann skuldi fara eftir pápa sínum. Keith fór útum við telefonini og rópar á pápa sín. Pápin gongur framum húsini og tekur telefonina frá Keith. Pápin rópar: ”Halló, hvør er tað?”, ”Halló!” Pápin tekur telefonina frá oyranum og sløkkir hana. Har var eingin í telefonini, segði hann við Keith. Knappliga hoyra teir eitt øgiligt buldur frá urtagarðinum. Pápin rópti: ”Svimjihylurin!” Tað vísti seg, at pápin hevði blandað tvey ymisk sløg av kemikalium, sum ikki máttu verða blandað saman. Blandingin sprongdist í vatninum, og eitrandi roykur kom frá. Um pápin hevði staðið har beint tá, hevði hann óivað doyð.

Uppkallið frá einum ókendum, var tað bert ein tilvild? Keith var ikki í iva um, at her lá nakað størri aftanfyri…

Hvat eiga vit tá at siga um hetta? Er Gud við okkum, hvør er tá ímót okkum? …Tí at eg eri fullvísur í tí, at hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal…skal kunna skilja okkum frá kærleika Guds í Kristi Jesusi, harra okkara. (Róm 8,31-39).

Ella sagt við øðrum orðum; er Gud við okkum, er tað í roynd og veru eingin fíggindi, sum er mentur at skaða okkum. Møguliga skaða okkara likam, men ikki at skilja okkum frá Guds óvikandi kærleika og frelsu!