Er nøkur forðing ímillum meg og Gud?

Skrivað: Ester Dalsgaard

Gud sendir fólk á okkara veg, ið geva okkum tað, ið vit hava brúk fyri. Tað eru tíðir, har vit kanska merkja, at Gud er langt burtur, men tað merkir ikki, at hann ikki syrgir fyri okkum. Hann sendir fólk á okkara veg fyri at vælsigna okkum.

Vit mugu eisini hugsa: ”Er nakað, ið forðar mær frá at hoyra frá Gudi?” Eru tað tíðir, har vit hava valt, at vit ikki ynskja at hoyra frá Gudi, og tí hava trýst á ein knøtt, ið forðar Gudi at tosa við okkum?

Eg lurtaði eftir einari talu hjá Steven Furtick, har hann nevndi júst hetta. Tað eru tíðir, har vit hava brúk fyri at lurta eftir Gudi og verða noydd at venda tað deyva oyrað til heimin, men sum menniskju er tað lætt hjá okkum at gera júst tað øvugta. Vit venda okkum til heimin og lurta eftir, hvat hann sigur um okkum, og seta eina forðing fyri, so vit ikki hoyra frá Gudi. Tá er umráðandi, at vit minnast til, hvønn liva vit fyri? Heimurin hevur ikki bjargað okkum, heimurin doyði ikki á krossi fyri okkum, og hann hevur ikki rættindi til at senda okkum til Himmals ella í glatan! Tað er einans Jesus!