Er tað neyðugt at ganga í kirkju?

”So kemur tá trúgvin av tí, sum verður hoyrt; men tað, sum verður hoyrt, kemur gjøgnum orð Krists. ”
Róm.10,17

 

Kunnu vit ikki vera eins góð kristin, annaðhvørt vit ganga í kirkju sunnudagarnar ella ikki? Tað er tó ikki tað, ið er hitt avgerandi – ha?

Soleiðis tók ein unglingi til orða við meg ein dagin – og so legði hann afturat: ”Sunnudagin fari eg út í skógin – har haldi eg mína gudstænastu!”

 

Jú, Gud kann verða tænaður allastaðni – tíbetur! Men Gud kann ikki hoyrast allastaðni; Gud hevur skipað tað so undursamt, at Hann hevur bundið seg til orð síni.

 

Hesin unglingi kann frálíka væl úti í náttúruni finna fótaspor Guds, – tað er so nógv harúti, sum peikar upp eftir móti skaparanum; neyðars blindu sálir sum ikki kunnu síggja tað.

 

Úti í náttúruni kann eitthvørt hoyrast um ein alvísan Gud, sum hevur máttin í himli og á jørð. Men Gud hevur størri lutir at siga okkum frá enn um vísdóm og almátt sín – tað er nakað, sum er yvir øllum øðrum í Guds veran, og tað er Guds kærleiki í Jesusi Kristusi. Tað sigur skógin einki um! Tí er tað ikki gleðiboðskapurin, náttúran boðar okkum, men einans ein hálvkvøðin vísa, sum eingin verður klókari ella betri av. Nei, hitt frelsandi evangeliið, hin glaði boðskapurin um frelsu fyri syndarar, hoyrist einans gjøgnum Orðið, sum Heilagi Andin lýsir fyri okkum – tí kunnu vit ikki vera Orðið fyriuttan – og tí kunnu vit ikki vera kirkjuna fyriuttan sunnudagarnar, har Gud á ein serligan hátt kemur okkum nær gjøgnum Orðið bæði í boðanini og í sakramentunum, dópi og kvøldmáltíð. Tí kunnu vit ikki heldur vera Bíbliu okkara fyriuttan.

Hvítusunnudag gav Gud menniskjum anda sín – men leggið til merkis, til menniskju, sum vóru í samkomu kirkjuliðsins.

 

Tað lýsir ein serlig fyrijáttan yvir hesum staði, har tvey ella trý eru komin saman í Jesu navni. Heldur ikki tú tolir at missa hesa signing, um kristinlív títt skal vaksa seg kraftmikið.

 

Er tað neyðugt at ganga í kirkju?

Jú, sanniliga! Tað eru sjálvandi tey, sum av sjúku ella øðrum orsøkum eru avskorin frá at koma í hús Guds – men teimum hjálpir Gud á sín serliga hátt til ikki at missa signing hansara – tað eru serligar umstøður, sum Gud í miskunn síni tekur sær av.

 

Vit, ið eru røsk og ferðug, hava ongar umberingar til ikki at leita inn í hús Guds ein sunnudag. Og halda vit álíkavæl, at vit kunnu vera burturi haðani, so koma vit skjótt at síggja, at vit støðga andaliga sæð.

 

Jesus fór, ”sum siðurin var” niðan í halgidómin, stendur at lesa einastaðni. Tað ger einki, um tað verður ein vani – ja, tað ger einki, um tað bert verður ein vani, sjálvt um vit helst skuldu rokkið longri, tað er ein stórfingin vani, sum tað er signing yvir.

 

Tað er ein mongd av fyrijáttanum yvir at hoyra orð Guds – men tað er ikki ein einasta fyrijáttan yvir ikki at hoyra Orð Guds, og um sunnudagin at vera nøgd við skógin.

 

Vel tær pláss í halgidóminum – og verj sál tína sunnudag eftir sunnudag við at sessast í kirkjuni.

Tú kemur ongantíð at angra tað.