Ert tú vinur við sonin?

Skrivað: Øssur Kjølbro

“Harrin segði við harra mín: “Set teg við høgru hond mína, til tess at eg fái tínar fíggindar lagt sum eina fótskør undir føtur tínar” (Sl 110,1).

Einaferð spurdi Jesus nakrar farisearar, hvørs sonur Messias er. Teir svaraðu, at Messias er sonur Dávids. Tá endurgevur Jesus versið frá Sálmi 110 og spyr teir, hvussu Dávid, ið hevur yrkt sálmin, kann kalla Messias harra, um Messias er sonur hansara? Eingin tordi at svara Jesusi, og eftir tann dag góvust teir at spyrja Jesus fleiri spurningar (Matt 22,41-46).

Svarið frá farisearunum er í grundini ikki skeivt; tað er bara ikki allur sannleikin. Tí Messias er bæði sonur (eftirkomari) Dávids og sonur Guds, og harvið harri hjá Dávid og allari mannaættini. Jesus er bæði Gud og menniskja, bæði tvey fult og heilt.

Í gomlum døgum stóð tú uppi, um tú var so heppin at sleppa at fara inn fyri kong. Kortini sigur Harrin her við Messias: “Set teg við høgru hond mína!” Hann fær heiðurspláss við Guds egnu trónu, tí hann er meira enn ein jarðiskur kongur, meira enn ein serliga gudiligur og vísur persónur. Hann er Gud sjálvur, komin í holdi.

Og lyfti Guds er, at hann sjálvur skal leggja fíggindar Jesusar – tað eru tey, ið ikki trúgva á hann – undir føtur Jesusar. So leingi tað er náðitíð, ger hann tað við sínum Heilaga Anda, sum letur Guds livandi gleðiboðskap um Jesus Kristus ljóða um allan heim, sum eggjar fíggindum til at gerast vinir. Men Gud hevur sett eina freist á, og hon er, tá Jesus kemur aftur jarðar. Tá er ov seint at gerast vinur hansara. Tá mugu tey, ið enn eru fíggindar, boyggja seg, um tey vilja ella ei, og fáa ein fíggindadóm.

 

(Andaktirnar í desember eru skrivaðar við íblástri frá adventsandaktsbókini “Mens vi venter…” eftir Ditte Mortensen, Lohses Forlag 1994)