Eru vit góð endurskin?

Skrivað: Jóhannes Hammer

“Soleiðis lýsi ljós tykkara fyri fólki, at tey mega síggja góðgerðir tykkara og æra faðir tykkara, sum er á himni” (Matt 5,16).

Hvussu eru vit úti í samfelagnum? Sæst tað á okkum, at vit hoyra Jesusi til? Eru vit sum vitar, ið vísa vegin?

Vit vóru í Vestmanna í føðingardegi. Vit vóru sein oman aftur til Kollafjarðar, og tað var nokk so myrkt, tá vit møttu málingarbilinum, sum ger strikurnar á vegin. Aftanfyri var ein bilur, sum setti hesar reyðu keylurnar, ið hava endurskin, á vegin. Tað bleiv eitt ordiligt líknilsi fyri meg.
Har vóru onkrar keylur við ongum endurskini. Tær fingu meg at hugsa um tey, sum ikki vilja hava nakað við Jesus at gera.
So vóru fleiri keylur, sum bara høvdu eitt grátt tape á, ið ikki gav nakað ljós frá sær. Tað kundi verið tey, ið siga: “Tað gongur nokk. Vit skikka okkum væl, vit fara í kirkju ella á møti av og á, so tað gongur nokk”.
Og so vóru tað nakrar við einum góðum endurskini, men sum ikki sóust so væl, tí tær vóru skitnar. Tað minti meg á tey, sum tala, men fólkið hoyrir ikki, tí orð og gerningar teirra fylgjast ikki at.

Men so vóru nakrar, sum sóust laaangan veg. Tær stóðu so reinar og blankar og vístu vegin, langt áðrenn man kom til tær. Tær mintu meg um tey, sum vísa vegin til himmals. Tey, sum eru tað góða saltið.

Lat okkum biðja um, at vit kunnu standa sum bjartir vitar og vísa vegin til himmals! Lat okkum biðja um, at tað lýsir av okkum, at vit eiga tað allarbesta, og at vit eru góð hvør við annan! Og lat okkum biðja um, at okkara medmenniskju fara at munga eftir at fáa tað sama, so enn fleiri blíva frelst.