Aftur til forsíðu

Ester peikar á Jesus

Ester peikar á Jesus

Skrivað: Øssur Kjølbro

“Nei, um so er, at tú tigur nú, man tó hjálp og bjarging koma Júdeum úr einumhvørjum øðrum staði; men tú og ættarfólk títt munnu farast; men hvør veit, um tað ikki er fyri hesa somu stund, at tú ert komin til drotningartignar?” (Est 4,14)

Ester drotning í Persia var jødi, men eins og so mangan í heimssøguni mátti jødin í útlegd halda tað loyniligt. Sjálvt ikki kongur kendi sanna samleika hennara.

Tá jødafólkið í stóra persiska heimsríkinum brádliga varð hótt av týning, kom Ester í eina lyklastøðu. Um hon setti lív sítt í váða og – móti lóg og siðvenju – fór óboðin inn fyri kong og bað hann bjarga fólki sínum. Tað er hetta, sum systkinabarnið og fosturpápin Mordokai leggur upp til í versinum omanfyri.

Vandin liggur í tí, at Ester var vorðin drotning, tí at kongur var troyttur av undanfarnu drotningini. Og nú vóru 30 dagar farnir, síðani kongur seinast hevði boðið Ester inn fyri seg. Var kongur nú í skeiva “humørinum”, kundi hann bara av nýggjum velja sær aðra drotning og sleppa sær av við Ester.

Ester kundi liva í marglæti á kongsborgini, men hon hevði ikki frið við tað, so leingi egna fólk hennara var í lívsvanda. Tí setti hon lívið í váða og bjargaði fólki sínum.

Soleiðis peikar Ester – eins og nógvar aðrar ófullkomnar fyrimyndir í Gamla testamenti – fram á tann fullkomna Messias, sum skuldi koma seinni. Kristus, sum var í dýrd hjá faðir sínum í himli, men segði øll hesi framíhjárættindi frá sær og gjørdist menniskja. Og síðani setti seg sjálvan lágt og var lýðin til deyða á krossi. Fyri at bjarga fólki sínum. Mannaættini. Tær og mær, so satt vit seta okkara álit á hann og fullgjørda bjargingarverk hansara.

A+