Eyub úr Dagestan varð frelstur frá deyðadómi

”Heit so á meg á neyðar degi, eg skal bjarga tær, og tú skalt lova mær! ”
Sálmur 50,15

 

Takk fyri sjónvarpsrásina ”Miracle”, sum eg síggi her í fongslinum í Dagestan. Eg eiti Eyub, eri 23 ára gamal og varð dømdur til deyða fyri 5 mánaðum síðani. Her í fongslinum í Kaspiysk hoyrdi eg um Miracle-sendingarnar.

 

Eg sat í sama kliva sum ein annar deyðadømdur fangi. Hann varð eisini dømdur at verða skotin. Hann hevði júst tikið ímóti Jesusi sum sínum Frelsara og fór at tosa við meg um Gud.

 

Náttina eftir, tá ið eg snúði mær móti vegginum at sova, hoyrdi eg ein, sum kallaði á meg. Eg helt, at tað var onkur í klivanum við síðuna av, og reistist og skuldi fara yvir til hurðina at lurta. Tá ið eg kom yvir ímóti hurðini, var tað, sum gjørdist hon glasklár, og eg sá ein persón í hvítum klæðum.

 

Hann boygdi seg niður ímóti mær og segði, at Gud hevði sent hann til mín. Hann spurdi, hvat ið mær tørvaði. Eg svaraði, at mær tørvaði Jesu frelsu, og eg fór beinanvegin at biðja Gud fyrigeva mær syndir mínar og vera mær náðigur.

 

Persónurin lurtaði, meðan eg bað, uttan at kvetta meg av, og segði síðani, at frelsan var givin mær í Jesusi, um eg bara takkaði honum fyri hana.

 

Eftir hesa uppliving vakti eg vinmannin í klivanum og spurdi hann, hvat ið hann helt um tað, sum var hent mær. Hann segði, at ein eingil frá Gudi hevði víst seg fyri mær. Tá tilbað eg Jesus uppaftur meir við gleði, og nú byrjaði eg at biðja hann frelsa meg frá deyðadóminum, so eg kundi verða náðaður.

 

Minni enn 14 dagar seinni varð deyðadómurin broyttur, og eg varð náðaður.

 

Eg verði helst leingi her í fongslinum; men tann náðin, sum Jesus hevur givið mær, er nóg mikið fyri meg. Nú eri eg frelstur og veit, at Jesus er mín Frelsari og mín hjálpari.
”Troens Bevis”. E.Campbell umsetti