Fær Gud burturav?

Skrivað: Bjarta Ásbjørnsdóttir Berhelsen

*Pling* – Lønin komin á kontoina! Nú kanst tú fara at keypa tær nýggj klæðir, ta nýggjastu telefonina ella enduliga hevur tú ráð til handan bilin. Tú hevur bíðað allan mánaðan – kanska fleiri mánaðar, og enduliga hevur tú fingið pengarnar, ið tú hevur uppiborið fyri títt harða stríð.

Fær Gud burturav?

Hava vit líka lætt við at leggja ein 100 krónuseðil í talvuna, tá hon gongur í kirkjuni, sum tá vinfólkini bjóða okkum út við at eta pitsa? Er tað líka lætt at stuðla kristiligum endamáli, sum tað er at gjalda 100 krónur fyri ein film í biografinum?

Tað nýtist heldur ikki at vera pengar. Hava vit líka lætt við at siga ja til eitt sjálvboðið starv, sum eitt lønt starv? Ella at senda gomlu klæðini inn á Bláa Kross í staðin fyri at selja tey?

Nei, tá vit ikki fáa nakað afturfyri pengarnar, sum vit geva, tá er verri!

“Ein og hvør gevi, eins og hann hevur sett sær fyri í hjarta sínum, ikki av óhugi ella av neyð; tí at Gud elskar glaðan gevara”. (2 Kor 9,7)

Gud sigur ikki, at vit skulu geva allar pengarnar, men hann elskar, tá vit geva við gleði.