Fáfongdanna fáfongd

Skrivað: Heri Danielsen

Prædikarin skrivar um, at alt er fáfongd (Præd 1,2). Hetta ljóðar ótrúliga dapurt og keðiligt, tí fáfongd, merkir jú “eitt, sum einki virði hevur”. Allur fyrsti kapittul í Prædikaranum er um, hvussu alt her á jørð er fáfongd. Einki her niðri hevur nakran týdning, tí, sum Prædikarin jú sigur, so hevur hann leitað sær til stóran vísdóm, men hetta hevur bara ført til meira at gremja seg um, og hansara vísdómur hevur einki at siga, tá ið vit snakka um ta stóru myndina.

Hvat hevur hesin teksturin meðni okkum at siga í dag? Jú, vit í dagsins samfelagi fylla okkum við øllum møguligum, sum kann koma undir fáfongd. Fótbóltur, telefonir, vísdómur og nógv annað.

Men í øllum hesum, har vit bara síggja ein myrkan tekst, hvat kunnu vit so fáa burturúr? Vit koma aldrin at vera fullkomin her á jørð; vit eru ófullkomin og hava einki nýtt at koma við, men eg føli tað sum eina fantastiska áminning at vita tað, at tað einasta, sum hevur týdning, er Jesus og hansara kærleiki. Mín einasta uppgáva her á jørð er at liva fyri Jesus; alt annað er fáfongd.

So minst til tína uppgávu her á jørð, um tú ert endurføddur av Jesusi, so mást tú eisini liva fyrí Jesus. Og tann einasti vísdómur við virði er vísdómur, ið er til gagns fyri Harran og teg sjálvan. So fortel um Jesus og ger títt besta at liva líka sum Jesus. Tí at lívið hjá tær uttan Jesus er, sum Prædikarin segði, fáfongd.

Heri Danielsen, Toftir