Far avstað, synda ikki longur

Skrivað: Poula Reinert Olsen

…Men Jesus segði: “Eg dómfelli teg ikki heldur. Far avstað, synda ikki longur” (Jóh 8, 11)

Vit menniskju kunnu av og á kenna okkum dømd. Vit kunnu kenna okkum dømd av øðrum menniskjum, og vit kunnu døma okkum sjálv. Óansæð, hvør dømir okkum, so gevur hetta eina kenslu av ikki at strekkja til og eina rannsakan av, hvørt vit eru sonn menniskju og virka rætt. Ein slík rannsakan kann vera trúðarstyrkjandi og leiðbeinandi fyri okkum, um vit biðja eins og Dávid í Sálma 139,23 “Kanna meg, Gud og kenn mítt hjarta, rannsaka meg og kenn mína hugsan”.

Men um vit døma okkum út frá tí, ið vit sjálv ella onnur halda, tá kann hetta virka tyngjandi, køva okkara lívsgleði og ávirka okkara dirvi. So um tú kennir teg dømda – vend tær so til Gud til rannsakan, so tú kann royna, hvørt hetta er í tráð við hann. “Harrin er trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi” (1. Jóh 1,9). “Vit hava ein harra, sum hevur várkunn við veikleikum okkara og sum er okkara fyrimynd á lívsleið okkara” (Hebr 4, 15). “Og hann hevur sagt at vit eru verk hansara, skapaðið til góðar gerningar, sum Gud frammanundan hevur skipað fyri” (Ef 2, 10).

Latið okkum minnast til, at vit altíð kunnu venda okkum til Gud – koma júst sum vit eru og við øllum tí, ið dømir okkum. Hann ynskir ikki at dómfella okkum, men at fría okkum. Og er nakað, ið skilir okkum frá Gudi, so ynskir hann at fyrigeva og leiða okkum: “far avstað, synda ikki longur”.