Far tú og ger so við!

Skrivað: Annelisa Rasmussen

”Far tú og ger so við” (Luk 10,37b).

Ein lógkønur kemur og spyr Jesus: ”Hvat eigi eg at gera, fyri at eg kann arva ævigt lív?” Og hesin lógkøni svarar sjálvur sínum spurningi: ”Tú skalt elska Harran, Gud tín, av øllum hjarta tínum, allari sál tíni, øllum alvi tínum og av øllum huga tínum og næsta tín sum sjálvan teg.”

Púra rætt, sigur Jesus og fer at siga frá líknilsinum um Hin miskunnsama Sámáriubúgvan.

Vit undrast um, at bæði presturin og levitturin gingu framvið manninum, sum lá illa løstaður við vegin. Hvussu kundi tað bera til, at teir ikki góvu sær stundir at steðga á og vita, hvussu støðan hjá honum var? Hvørjum óttaðust teir fyri?

Tá kemur ein sámáriubúgvi framvið. Hesum fólkaslagi hildu jødarnir einki um. Nú var tann løstaði maðurin ordiliga illa fyri, tí hann hevði ligið so leingi. Sámariubúgvin veitir honum ta hjálp, honum tørvar.

Hvør av hesum trimum monnunum var ein rættur næsti hjá tí manninum, sum varð fallin í ránsmannahendur? Einki at ivast í, at tað var sámariubúgvin.

”Far tú og ger so við”, segði Jesus við tann lógkøna.

Somu orð fáa vit frá Jesusi: ”Far tú og ger so við”!

Vit eiga at steðga á, um tað er brúk fyri okkara hjálp. Vit eiga ikki bara at hyggja og so fara víðari uttan nakað. Vit eiga at vera góð við øll, eins og Gud er tað. Eisini tey, sum vit ikki altíð tíma so væl.

Nær hevur tú seinast steðgað á og hjálpt einum, sum var á tíni leið?

Nær verður tú serliga avbjóðaður til at skula elska tínar fíggindar?