Far útum

“Og hon átti son sín, hin fyrstafødda, og hon reivaði hann og legði hann í eina krubbu, tí at ikki var rúm fyri teimum í tilhaldshúsinum. ”
Luk.2,7

 

Tað var ein kølin nátt í Betlehem. Fólk skundaðu sær inn undan kuldanum og vætuni og trokaðust um at sleppa inn í lítla tilhaldshúsið niðast í gøtuni. Tey høvdu sett kamelarnar og ásinini inn í fjósið, latið hurðina aftur og flentu og skemtaðu við skyldfólk, sum tey høvdu ikki sæð í mong ár.

Ættarbond vórðu endurnýggjað, meðan tey supu heitu suppuna og smakkaðu sær á vínið. Fólk brutu breyðið í felagi og tosaðu um longu ferðina. Ein unglingi spældi streingjaleik, og menn klappaðu við hondunum í takt við tónleikin.

Við einum bakka við kjøti og breyði í hondini lat eigarmaðurin dyrnar upp, tá ið onkur bankaði uppá. Ein maður, ið nevndi seg Jósef, stóð fyri durunum við kappanum drignum heilt fram í eyguni. Tað var seint og kalt, og honum og konuni, sum var komin tætt til at eiga, tørvaði eitt kamar.

Húsaeigarin hoyrdi nóg illa Jósef fyri ófriðinum aftan fyri seg; men honum eydnaðist at siga, at har vóru eingi leys kømur. Bara ein básur ella tveir í fjósinum.

Við eini stuttari umbering blakaði hann hurðina aftur beint fyri nøsini á teimum. Uttanfyri stóð Jósef og hoyrdi láturin innanfyri. Hann suffaði við, og síðan fóru Maria og hann tigandi inn í fjósið. Meðan tónleikurin og veitslan hildu á inni í hitanum, varð Guds sonur borin í heim í kvirruni fáar metur haðani.

Stundum er tað ikki í teim stóru jólaveitslunum, men í køligari, friðfyltari kvirru, at tú upplivir jólanna størstu løtur. Mitt í skundiga rokinum leitar Gud og finnur tað stilla hjarta.

Sum tað er stórur munur á kvirruni í fjósinum og rokanini í vertshúsinum!

Hevði onkur tikið sær stundir at hugt út ígjøgnum vindeygað oman í garðin ella farið úr veitsluni at hyggja til ásinið – hvat hevði hann ikki sæð! Kanska hevði hann sæð einglarnar, hirðarnar og – ja sjálvan Guds son. Komið inn í mítt hjarta, Jesus; her er rúm fyri tær.