Felagsskapurin fremur ávøkstin
Kennir tú hugsanina: “Eg hevði viljað havt tað sum tey”, tá ið tú sært myndir hjá øðrum á Facebook? Vit hava tað fyri, at vísa tær jaligu løturnar: Føðingardagin, ferðina, túrin. Tá ið vit smílast og semjast. Hvussu hevði verið, um vit vístu tær neiligu løturnar? “Børnini klandrast” – “Mamma skeldar” – “Babba hevur gron”. Alt sær so gott út altíð, men í rokinum savnast vit til eina støðumynd, sum ikki myndar rokið. Góða myndin fremur ikki góðu løtuna, men góða løtan fremur góðu myndina!
Jesus segði: “Eg eri víntræið, tit eru greinarnar; tann, sum verður í mær og eg í honum, hann ber miklan ávøkst, tí at uttan meg kunnu tit als einki gera.”
Jesus vil, at eg beri ávøkst í felagsskapinum við hann og míni medmenniskju. Tí um eg ikki beri ávøkst, so er heldur eingin felagsskapur. Eg kann við hesum í huga gerast so upptikin av sjálvum gerninginum at bera ávøkst, at eg gloymi felagsskapin, sum er dýrgripurin.
Tá er tað gerningurin – ikki felagsskapurin – sum er mítt fokus, eins og myndin – ikki veruleikin – er fokus. Hinvegin kann eg hyggja at felagsskapinum og hava míni eygu har. Man ávøksturin tá ikki koma av sær sjálvum?