Filmurin
“Men um vit ganga í ljósinum, eins og hann er sjálvur í ljósinum, tá hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd.”
1.Jóh.1,7
Frank Mangs
Ein dagin, tá ið eg spákaði gjøgnum gøturnar í Gøteborg, rætti ein maður mær eitt kort, og á tí stóð skrivað; “Eg havi tikið eina mynd av tygum.” Vit høvdu ikki lagt merki til hansara. Hetta var starv hansara, og hann hevði als ikki biðið um loyvi.
Brádliga stóð tað mær greitt, at eg ikki fekk gingið á gøtuni, uttan at onkur tók mynd av mær, av mínari gongd og andlitsbrøgdum, og tað stóð mær greitt, at í veruleikanum varð eg “filmaður” hvønn einasta dag og tíma, ja, hvønn minutt alt lív mítt. Og øll hin langa filmrullan bíðaði bara eftir at verða framkallað og víst.
Ofta er tað vorðið sagt, at ein menniskja í deyðastundini gjøgnumlivir alt lív sítt. Synd og skomm gjøgnum mong ár, hendingar og gerðir, trína fram fyri sálareygað óendaliga nógv skjótari enn tær livandi myndirnar í einum nútíðarbiografi.
Einaferð varð sagt við ein ríkan mann í tí æviga heiminum: “Minst tú til, sonur” Og hann mintist óendaliga nógv meira, enn hann hevði hug til. Hann mintist ikki bara sínar fimm brøður, sum vóru á veg móti sama máli, har hann nú var endaður. Hann mintist eisini ein av Guds allarminstu smáu, sum upptærdir av hungri og sjúku og í kloddum og lepum hevði ligið fyri durum hansara og biddað breyð. Hann mintist eisini sítt miskunnarloysi, sítt gírni, sínar veitslur og fínu døgurðar, sína synd og sínar ódygdir. Hann mintist til alt, hann hevði filmin við sær, og hann leyg ikki.
Og júst í hesi løtu, meðan tú lesur hesar reglur, gongur upptøkutólið fyri fullari styrki. Lív títt verður filmað. Ein dag skulu myndirnar rullast upp. Ein dag koma tú og eg at gjøgnumganga alt lív okkara einaferð afturat. Við ella móti egna vilja okkara skulu vit síggja tann filmin, har vit spældu høvuðsleiklutin. Eingi mótmæli og ongar hóttanir kunnu steðga framsýningini. Sjálvt um tú sýtir fyri at hava gjørt hasar syndirnar og brotsgerðirnar, so verður ikki so mikið sum eitt einast sindur broytt í hesi sprøklutu myndrøðini. Gud skal døma fjaldu tankar og ráð menniskjans. “Vit skulu jú øll opinberast fyri dómstóli Kristusar, fyri at ein og hvør kann fáa aftur tað, sum gjørt er við likaminum …” 2.Kor.5,10
Er eingin møguleiki at sleppa undan? Nei, men vit sleppa at velja tíðina og staðið, har filmurin skal vísast. Vit mugu velja millum tíðina og ævinleikan, velja millum náðitrónina og dómarapallin. Vit fáa loyvi at velja ímillum nú av fríum vilja at stíga fram í ljósið, játta alla synd okkara og fáa alt aftur í rættlag, ella eisini á tí stóra degi verða noydd fram í ljósið og har heysta fruktirnar av misgerðum okkara. “… um vit ganga í ljósinum, eins og hann er sjálvur í ljósinum, tá hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd.” Tað merkir, at syndarin longu her í tíðini fær loyvi at sleppa at vera uppií einari uppgerð saman við dómara sínum. Hann kann taka ímóti Guds fullkomnu fyrigeving, hin ljóta filmrullan verður gjørd til einkis.
Tað stóð at lesa um nakrar japanskar verkfrøðingar, sum vóru í Týsklandi og kannaðu ídnaðin har. Ein dagin vóru teir inni í einum stórum nýmótans virki, og teir tóku myndir í hópatali inni á øllum deildunum og flentu innantanna at, hvussu býttir týskarar vóru at loyva ringasta kappingarneytanum at taka myndir av øllum, teir vildu. Men týskarar vóru ikki so býttir kortini, tí áðrenn japanarnir fóru út av virkinum, sendu teir heilt ósæddir og ógvuliga blíðir eitt bundi av ósjónligum strálum gjøgnum upptøkutólið hjá japanarunum. Tá ið teir seinni skuldu framkalla henda virðismikla film, fekst eingin mynd fram. Alt var oyðilagt.
Hin iðranarfulli syndarin upplivir júst hitt sama við tí filmi, har hann er høvuðspersónurin. Guds orð sigur: “Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.” 1.Jóh.1,9 – Hann letur sannleikans og kærleikans strálur gjøgnumtreingja filmin. Hann oyðileggur tær sprøklutu myndirnar. Hann týnir okkara syndaskráseting. Hann fyrigevur á slíkan hátt, at hann gloymir alt, og tað finnist ikki tann makt í verðini, sum fyri Guds andliti kann framkalla myndina av tí syndini, sum einaferð er fyrigivin og gloymd.
E. Campbell umsetti