Finn gleði í vónini

Skrivað: Birita Timothy

“Tí at fikutræið blómar ikki, og víntræið gevur ongan ávøkst, oljugróðurin svitast, og akurlendið gevur onga føðslu, seyðurin er rændur úr støðunum, og neyt eru eingi eftir í fjósunum. Men eg vil gleðast í Harranum og fegnast í Gudi frelsu mínar” (Háb 3,17-18)

Tað eru fleiri umstøður í lívinum, sum kunnu ávirka okkum soleiðis, at vit ikki kenna gleði í okkara hjørtum. Summar tíðir kann tað vera sjúkdómur hjá einum sjálvum ella sínum kæru. Aðrar tíðir kann tað vera dagligur skundur, mótloysi, angist, ivi ella vónbrot og so framvegis. Í hesum versum tykist alt at ganga ímóti Hábakukk, men hann setur sær fyri at gleðast. Sátan ynskir ikki, at Guds børn gleðast í Gudi, og tí brúkar hann hvønn møguleika at stjala okkara gleði. Men henda gleðin, sum vit lesa um, hevur ikki við okkara kenslur at gera. Tað er ongin av okkum, sum altíð følir gleði. Heldur er tað eitt val, at velja gleðina í tí vón, sum vit eiga í okkara frelsara. Tá tú ikki følir gleði, hvar leitar tú so eftir henni? Vit kunnu royna at finna gleði í so nógvum, men besta gleðin er at finna í tí vón, sum vit hava í Harranum. Vónin, sum vit eiga, hon er ikki ávirkað av okkara umstøðum. Hon er óvikandi og óbroytandi.