Lítið til hansara
”Lítið til hansara, so lýsa av gleði tit skulu, og andlit tykkara av skomm ei skal rodna.”
Sálmur 34,6
Vit heiðra ikki náðiga Harra okkara, tá ið vit seta okkum undir sypristræ, heingja hørpur okkara upp á sorgarpíl og flakka í deyðans og vónloysisins skugga.
”Eg vil ikki vera ólukkuligur,” segði ein góður, gamal gudsmaður, ”eg vil lovprísa honum og hevja upp navn hansara við einum brosandi andliti og lukkuligum lívi.”
Brúður lambsins skal ikki bara vera lýtaleys, men hava eitt frítt andlit. Vit skulu standa búgvin í lívsstarvi okkara, tá ið elli, forgeingiligleiki, ja, enntá møði leggjast á okkum, so at tey ikki skulu forða okkum at gleðast í Harranum.
Vit eiga at kunna ganga gjøgnum eld, og svidnaroykur gongur ikki at klæðum okkara, ganga í mesta hita og ikki stynja, ikki torna upp og følna í turringi og onga frukt bera.
Hetta er ikki natúrligt; men alt í kristnilívinum er heldur ikki natúrligt. Í Jesu Kristi er yvirflóð av náði at inna hina gomlu fyrijáttanina til okkara:
”Eg skal vera Ísrael sum døggin; eins og liljur skal hann blóma og festa røtur sum Libanons skógur, ” Hós.14 Eg eri sypristræið við grønum leyvi; frá mær fært tú aldin tíni.
Skulu vit vera frísk, mugu vit venda døgunum, sum liðu, bakið, og andlitið ímóti morgninum, sum rennur upp. Okkum tørvar nýggjan íblást hvønn morgun, tí annars verður tyngri fyri ondini. Gjárdagsins luft er vorðin ov gomul. Tann sjónin, eg sá í gjár, er okkum ov trong.
Skoða fram at nýggjum hugsjónum, og Harrin vil føra teg av einum fjallatoppi á annan. Vei okkum, um vit ikki longur skoða fram, men halda, at vit hava framt sjónarmið og hugsjónir okkara! Træið, ið ikki longur sprettur og blómar, ber heldur ikki frukt, og tað fær dómin:
”Høgg tað upp, at tað ikki skal standa til einkis!”
Mong kristin fólk leggjast fyri, tí at teimum trýtur føði. Tey uppliva bara ferð eftir ferð hinar avmarkaðu, kristiligu kenslur og royndir. Tey liggja á andaligu upplivingum sínum, til tær hava mist alt føðsluvirðið.
Tey eiga alsamt at granska Guds orð, um tey skulu eiga andaligan hugnað. Tey eiga at lata Kristi orð búgva ríkiliga í vísdómi sínámillum, tí at annars viknar alt og doyr. Og latum okkum fram um alt varðveita samfelag okkara livandi saman við Kristi sjálvum, verandi í honum og hann í okkum; tí at uttan hann kunnu vit einki gera.
T.D.H týddi