Flýggja til náðar Guds

”Og meðan teir fingu sær at eta, segði hann: »Sanniliga sigi eg tykkum: ein tykkara fer at svíkja meg.« ”
Matt.26,21

Yvir altarinum í eini suðurjútskari kirkju hongur eitt krusifiks við líðingarinnar og sigursins manni í sama persóni.

– Harri, eygnabrá títt er so strangt. Men tað hevur tú eisini rætt til, tí yvir fyri tær hevur ein og hvør menniskja órætt. Ella sum onkur hevur tikið til, so finnast í sálardýpi menniskjunnar bæði Káin og Judas. Eg eri bæði Káin, sum sveik næsta mín, og Judas, sum sveik Gud mín. Eg eri tann, sum breyt boð tíni, Harri. Tú skalt elska Harran Gud tín og næsta tín sum sjálvan teg!

Judas og eg eru í ætt. Tú, Harri Jesus, var tann, sum tilbað Harran Gud tín og tænti honum eina – men vit vóru tey, sum tilbóðu Harran Gud okkara og sum millum annað tæntu honum!

Harri Jesus, innan í mær er so ísakalt. Men eg havi varhuga av, at ísfjallið í mær er farið at tiðna, tað verður til grát. Við ræðsluni fyri fortíð míni og grátinum yvir støðu mína nígi eg niður fyri tær. Harri, miskunna mær!

– Men Kristus, kongur mín – hvat er vorðið av teim strongu drøgunum um munn tín? Við eitt síggi eg bert tann gátufulla mildleikan í andliti tínum. Og eg hoyri teg tala, tala til mín, sum eri dust av dusti. Tú sigur at eg eri ikki Judas, men Simun Petur. Um syndin kann mátast í síni stødd, so er mín synd enn líka stór sum synd Judasar.

Men har sum hann fór frá tær við skuld síni, har komi eg til tín við skuld míni. Eg flýggi ikki frá miskunn tíni, men inn í hana.

Takk Harri, at tú ikki tókst tín Heilaga Anda frá mær. Andi tín býr í iðran míni. Kristus, eg takki tær fyri, at ikki bert vegur Judasar er til: gjøgnum herðing út í glatan. Takk Harri, at eisini vegur Pæturs er gongdur: gjøgnum ræðsluna inn í miskunnsemið.