Følnað og lívleyst

Nils Kåre Strøm
Sálmaskaldið sigur í Sálmi 102,5: ”Hjartað mítt er svidnað sum gras og følnað; tí eg havi gloymt at eta breyð mítt!” V. D.

Hatta er ein ring støða at vera í. Hann tosar um sítt innara menniskja. Hann kennir seg skróvturran, sum hitt grasið, ið er vorðið gulnað og liggur deytt á vøllinum. Hví man nú tað vera? Jú, hann sigur sjálvur frá orsøkini: ”Eg havi gloymt at etið mítt breyð.” Og hvat er so tað breyðið, sum okkara innara menniskja skal hava?

Tað er orðið í Bíbliuni, tí tey orðini eru ikki sum vanlig mannaorð, tey eru livandi og gera um seg. ”Tí at Guds orð er livandi og máttmikið og hvassari enn nakað tvíeggjað svørð, og fer inn ígjøgnum, til tað skilir sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans.” Hebr.4,12

Jesus segði: ”Er nakar tystur, tá komi hann til mín og drekki! Tann, sum trýr á meg, úr lívi hansara skulu, soleiðis sum skriftin hevur sagt, renna løkir við livandi vatni.” Jóh. 7,37-38

Okkara ytra menniskja ferst. Vit eru ikki tey somu, sum tá ið vit vóru 20 ár. Veikleikar og brek koma við árunum, men í 2. Kor. 4,16 stendur, at vit endurnýggjast í okkara innara menniskja: ”Tí falla vit ikki í fátt, men um so okkara ytra menniskja ferst, tá verður tó okkara innara menniskja endurnýggja dag frá degi.”

Vit vilja so fegin endurnýggjast og ikki torna upp. Summi ferðast langar leiðir tvørtur um land og hav fyri at uppliva endurnýggjanina. Men tað er ikki neyðugt. Hana kanst tú fáa heima í stovuni hjá tær. Endurnýggjanina fært tú gjøgnum bíbliulestur, tí orðini har eru andi og lív. Guds Orð er lívsins breyð. Tú gloymir helst ikki at eta títt dagliga breyð, men gloym nú heldur ikki, at sálin eisini skal hava føði dagliga. Harrin signi teg og bíbliulesturin fyri teg.
Effie Campbell, leysliga umsett.