Frækorn
”Men ávøkstur andans er: kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildi, góðvild, trúskapur, spakføri, fráhald.”
Gal.5,22
Tað verur sagt frá tí norska yrkjaranum Henriki Wergeland, at hann hevði altíð á ferðum og túrum sínum ein posa við blómufræi við sær.
Hendi so tað, at hann kom til ein blett, har einki vaks, tók hann upp í lógvan av fræi og sáddi tað á hesum staði, so at næstu ferð, hann kom framvið har, kundi hesin blettur vera ein blómublettur í staðin fyri ein tóman blett.
Tað er eisini skylda okkara sum kristin at sáa frækorn, har vit koma fram. Okkum er Guds orð givið, og tað skuldi helst hugtikið okkum so mikið, at vit fegin vilja bera tað til onnur menniskju. Og tað hevur skund…
”Et ord med på Vejen”. E.Campbell umsetti