Frelsandi kraft

”Tí kann hann eisini fullkomuliga frelsa tey, sum við honum koma til Guðs, við tað at hann altíð livir til at ganga í forbøn fyri teimum. ”
Hebr.7,25

 

Georg Bart var ein fiskimaður, sum fiskaði út frá tí grýtutu strondini við Maine Coast. Ein dagin, tá ið ódn brast á, gekk skonnartin burtur, sum hann sigldi við. Bart og allir vinmenn hansara druknaðu.

Ein tung byrða hvíldi nú á herðunum á konu hansara. Sonur teirra, Garth, saknaði so sáran faðir sín, tí teir høvdu verið bestu vinir. Mamma hansara lærdi hann trúliga vegin til Kristus, og til sítt fjúrtanda ár kom hann regluliga til gudstænasturnar.

 

Gjøgnum realskúlaárini byrjaði Garth at missa sín kærleika til Jesus. Mamman sá við sorg son sín byrja at liva eitt verðsligt lív. Hann var ein framúrskarandi sangari, og enn sang hann ofta í tí kirkjuni, har hann einaferð hevði gingið so trúliga. Men hann byrjaði eisini at syngja í vesalum stuttleikahøllum og í náttarklubbum. Sum árini gingu, tyktist allur áhugi fyri kristindómi at doyggja út í hjarta hansara.

 

Tá ið William J. Kirkpatrick, hitt vælkenda sálmaskaldið, kom at halda vekingarmøtir, segði frú Barth honum frá soni sínum og frá bønum hennara fyri honum. Hon bað harra Kirkpatrick biðja Garth syngja á einum av møtum hansara. Tað var einasti mátin, hon visti, at fáa hann at møta upp til vekingarmøtini.

Í fyrstani ivaðist Kirkpatrick. Hvussu kundi ein náttklubbasangari verða til nakra nyttu í einari kristiligari tænastu? At enda, bara av samkenslu við frú Bart, játtaði hann og skrivaði enntá ein serligan sang til Garth. Hann sendi síðani boð eftir tí unga manninum, vísti honum lagið og spurdi, um hann kundi syngja tað sama kvøldið. Garth las tað eina ferð skjótt ígjøgnum og játtaði.

 

Tað kvøldið stóð hann framman fyri einari stórari meinigheit og byrjaði at syngja. Fyri fyrstu ferð legði hann av sonnum merki til orðini. Tey sukku sum hvassir ørvar inn í hjarta hansara.

 

”Langt burtur frá Gudi eri eg, men eg komi heim.” – Hann kláraði fyrsta versið og niðurlagið. Hann byrjaði næsta versið: – ”Mong ár eg burtur havi spilt-.”

 

Hann orkaði ikki at syngja longur. Hann rætti Kirkpatrick pappírið, sum sang sangin lidnan. Ta náttina kom Garth aftur til Jesus, fullkomiliga frelstur av kraftini í evangeliinum. Hann átti ongan jarðiskan faðir, sum hann kundi flýggja til, sum hin burturvilsti sonurin gjørdi; men hann kundi siga: ”Eg vil standa upp og fara til faðir mín,” tí at hann visti, at hann fór at blíva móttikin, eins og var hann ongantíð farin burtur frá kærleika og umsorgan himmalska faðirs síns.

Reach out, 6. mars. Effie Campbell umsetti