Frelstir av náði við trúgv

Skrivað: Hans Karl Højgaard

”Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv” (Ef 2,8a)

Um tú hevur lisið hetta versið, sært tú, at vit eru frelst av náði og við trúgv. Men, hvat av hesum báðum, trúgv ella náði, er júst tað, sum frelsir okkum? Ein eitt sindur undarligur og kanska banalur spurningur, men hann vísir okkum á tað, sum hevur stóran týdning.

Versið vísir okkum, at tað er náðin, sum frelsir okkum, og tí fylgir eingin treyt við, hvør kann verða frelstur. Øll kunnu verða frelst!

Summi vilja vera við, at tað nærum er líkamikið, hvørjum vit trúgva, tí Gud frelsir okkum av náði og ongum øðrum. Tað vil siga, at Mohammed frelsir líka væl sum Jesus ella onkur annar ger. Men her er tað av týdningi at lesa alt versið í Efesusbrævinum 2,8

” Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv,
og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guds gáva. ”

Harvið vísir Efesusbrævið 2,8 okkum trý grundleggjandi ting:

Tað er av náði, at vit eru frelst
Tað er við trúgv á Jesus Kristus
At hetta er møguligt, er ikki okkum at takka, men tað er Guds gáva til okkara
Tað er Jesus Kristus, sum frelsir okkum. Ikki trúgvin, at tað finst meira millum himmal og jørð. Tað, sum frelsir okkum, er, at vit hava álit á ein persón, og tað sum hann hevur gjørt – nevniliga Jesus Kristus.

”Men trúgv er treyst í tí, sum vónað verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja.” (Ef 11,1)

Hans Karl Højgaard, Tórshavn