Frelsunnar dagur
“Sí, nú er tað ein sonn gævustund, sí, nú er tað ein frelsudagur!”
2.Kor.6,2
Tá ið vit kanna aðrar religiónir, finna vit ikki slík orð. Tey eru ikki at finna í hinduismuni. Hon sigur, at tú skalt arbeiða hart og leingi, og so skalt tú vinna frelsuna. Aðrar religiónir siga: so og so nógvar ferðir mást tú føðast, og tá fert tú at finna frelsuna. Í buddhismuni eitur tað: drep tíni ynski, og tá ið tú einki ynski hevur longur, fert tú at vinna frelsuna.
Allar religiónir bjóða frelsu einaferð í framtíðini. Kristus sigur NÚ.
Tað eru summi menniskju, sum, tá ið tey møta kallinum, siga, at tey skulu hugsa um tað og taka avgerðina í morgin. Kanska fáa tey ongan annan møguleika.
NÚ er tíðin!
E. Campbell umsetti