Frelsunnar dagur

“Tí at hann sigur: »Á gævustund bønhoyrdi eg teg, og á frelsudegi hjálpti eg tær.« Sí, nú er tað ein sonn gævustund, sí, nú er tað ein frelsudagur! ”
2.Kor.6,2

 

Tá ið vit kanna aðrar religiónir, finna vit ikki slík orð.

Tey eru ikki at finna í hinduismuni. Hon sigur, at tú skalt arbeiða hart og leingi, og so skalt tú vinna frelsuna. Aðrar religiónir siga: so og so nógvar ferðir mást tú føðast, og tá fert tú at finna frelsuna. Í buddhismuni eitur tað: drep tíni ynski; og tá ið tú einki ynski hevur longur, fert tú at vinna frelsuna.

Allar religiónir bjóða frelsu einaferð í framtíðini. Kristus sigur NÚ.

Tað eru summi menniskju, sum, tá ið tey møta kallinum, siga, at tey skulu hugsa um tað og taka avgerðina í morgin. Kanska fáa tey ongan annan møguleika. NÚ er tíðin.
Ec