Frelsuvissa
“Hetta havi eg skrivað til tykkara, fyri at tit skulu vita, at tit hava ævigt lív, tit sum trúgva á navn Guds sonar” (1 Jóh 5,13.)
Frelsuvissa. Hvat merkir hetta fyri meg? Kann eg vera vísur í, at eg eri frelstur? Bíbliuversið sigur, at vit skulu vita, at vit eru frelst.
Frelsuvissan fæst ikki við at vit gera so ella so, ella um vit halda okkum til tær og tær reglurnar. Tað stóð ikki, “um tit kenna tykkum nær at Gudi”, ella “um tit eru so og so virkin í vælgerðararbeiði ella missiónsarbeiði”. Nei, “tit skulu vita, at tit eru frelst, tit sum trúgva á navn Guds sonar”.
Frelsuvissa er ikki ein vissa um, at alt er í ordan við tær og við mær. Tað er harafturímóti ein vissa um, at Jesus er nóg mikið til frelsu fyri teg, soleiðis sum tú ert.
Frelsuvissa er ikki ein vissa, sum byggir á tínar kenslur ella upplivingar saman við Gudi. Tað er harafturímóti ein vissa, ið byggir á tað, sum evangeliið boðar um, hvat Gud hevur gjørt fyri teg.
Frelsuvissa er ein vissa um og ein trúgv á, at tú ígjøgnum Jesu blóð ert rættvísgjørdur – ella gjørdur rættvísur – fyri Gudi. Tað er ein vissa um, at hann, sum byrjaði tann góða gerningin í tær, at hann eisini skal fullføra hendan gerningin í tær, inntil Jesu Kristi dag.
Mátti Gud hjálpt okkum at hvíla í vissuni um, at Guds frelsuverk eisini er nóg mikið fyri teg og meg.