Fullkomin við Jesusi

Skrivað: Rósa Johannessen

Vit liva í einum heimi í dag, sum setur ótrúliga stór krøv til okkum sum menniskju. Vit skulu líkjast teimum, sum vit síggja í sjónvarpinum og í bløðunum. Men fyri at vera heilt erlig, so mugu vit viðganga tað, at tað ikki altíð er so lætt og næstan ómøguligt fyri tey flestu av okkum. Eg havi møtt nógvum fólkum, sum hava lítið sjálvsálit og føla seg ikki verdug nokk, tí tey føldu ikki, at tey kláraðu at liva upp til fyrimyndina, sum tey høvdu.

Men hvussu skulu vit fyrihalda okkum til tað. Skulu vit royna alt tað, vit kunnu, at liva upp til hesu stóru málini, sum heimurin hevur at bjóða okkum?

Vit kunnu gera tað greitt beinanvegin, at tað er onki galið við at royna at gjøgnumføra málini, vit hava sett okkum, men vit skulu ansa væl eftir, hvønn týdning hetta hevur fyri okkara lív. Tí er tað veruliga meiningin, at vit alt okkara lív skulu royna at stremba eftir nøkrum, sum er so ómøguligt?

Eg haldi, vit fáa eitt gott svar uppá hetta, tá vit hyggja at skapanini í Bíbliuni í Fyrstu Mósebók. Her hoyra vit, hvussu Gud skapar allan heimin í seks dagar og hvílir sjeynda dagin. Jørðina, himmalin, havið, náttúruna og øll dýrini skapaði Gud bara við at siga eitt orð. Eg vóni, at vit skjótt kunnu verða  samd um, hvussu vøkur okkara náttúra er, og hvussu vakurt tað er at síggja sólarris og sólsetur, tí tað er bara so flott! Alt hetta skapaði Gud bara við at siga eitt orð. Men tað verður bara enn betri, tá vit síggja, hvussu Gud skapaði menniskjað.

Vit lesa í Fyrstu Mósebók 2,7: “tá myndaði Harrin Gud mannin av mold jarðar og blásti lívsanda í nasar hans, og soleiðis varð maður til livandi skepnu”.

Her síggja vit nevniliga, at Gud ikki bara skapaði okkum við at siga eitt orð. Nei, hann myndaði okkum við mold, og blásti síðani lív í okkum. Tá eg lesi hetta, fyristilli eg mær, at Gud hevur sitið og gjørt sær ordiligan ómak við at forma okkum, fínpussa og so framvegis. Tí vit eru jú krúnan á skaparaverkinum, og eru vit fleiri ferðir størri enn sólsetrið, sum hann eisini skapaði.

Tað var okkum, Gud skapaði, tað var okkum, hann formaði og fínpussaði, so at vit enn í dag kunnu siga, at vit eru fantastiskt skapað.

Tað er hetta, vit skulu stilla okkum upp ímóti, ikki upp ímóti fyrimyndunum í bløðunum og í sjónvarpinum. Men upp ímóti tí, sum Gud sá, tá hann myndaði okkum, tað fullkomna, tað dýrabara og tað elskaða menniskjað, sum skuldi verða krúnan á hansara verki og harri yvir hansara skaparaverki.

Eg haldi, tað er týdningarmikið at minnast, at tá ið heimurin setur størri og størri krøv til okkum, at vit mugu bara hyggja at okkum sjálvum við gleði og hvíla í, at vit eru fullkomin í honum. Vit skulu ikki hugsa um øll krøvini, sum heimurin setur okkum, tí ígjøgnum Jesus eru vit fullkomin í Guds eygum.

Rósa Johannessen, Klaksvík