Fylg mær!
Og í tí Jesus fór haðani og gekk longur fram, sá hann ein mann, ið æt Matteus, sita við
tollbúðina; og hann sigur við hann: «Fylg mær!» Og hann stóð upp og fylgdi honum.
(Matt 9,9)
Jesus hevði fyrst kallað fýra fiskimenn við Genesaretvatnið. Nú vendir hann sær til tollaran
Matteus – eisini nevndur Levi. Hann hoyrir orðini ”Fylg mær!” Tað stendur um teir allar, at teir
fóru frá øllum og fylgdu Jesusi.
Tá ið okkurt starv verður lýst leyst, verður vanliga sett krav um útbúgving og royndir. Próvtølini
kunnu eisini hava nógv at týða.
Men Jesus spurdi ikki eftir hesum. Í fyrstu syftu kallaði hann ikki teir skriftlærdu og fariseararnar
– sum kendu best til Guds Orð. Fiskimenn vóru ikki høgt í metum, og ein tollari var sera illa
lýddur í samfelagnum. Hann arbeiddi fyri hersetingarvaldið, og hann varð kendur fyri at krevja
ov nógvan skatt og at leggja ein part í egnan lumma. Vit lesa fleiri ferðir í Bíbliuni at tollarar
verða mettir javnt við syndarar. (t.d. Luk 15,1-2)
Jesu kall ljóðar enn í dag. Kallið er at fylgja honum eftir. Hann setir tær ikki treytir, fyri at vilja
hava teg við í sínum fylgi. Nei, hann kennir teg og veit, at tú ert ein syndari, og at tú einki hevur
at koma við. Sambært Guds mátistokki er eingin okkara, ið megnar at halda øll Guds boð. (Ják
2,10).
Vit eru tískil syndarar, sum hava tørv á frelsu. Tá er gott at vita, at Jesus kennir okkum, júst sum
vit eru. Kortini kallar hann okkum at fylgja sær. Matteus var kallinum lýðin. Hann bjóðaði Jesusi
heim til sín. Ger sum Matteus – bjóða Jesusi inn í títt lív. Hann vil eisini hava samfelag við teg.
Vit fylgja Jesusi, tá ið vit lata hann verða okkara leiðara. Tí ræður um at hoyra Guds Orð, at lesa
Guds orð og at biðja til hansara. Meira tíð vit nýta saman við honum, meira fær hann loyvi at
mynda okkum.
Jesus bjóðar tær frið, frælsi og gleði. Og hann hevur lovað at vera við okkum allar dagar. At
enda gevur hann okkum eitt ævigt lív saman við honum.
Fylg honum, og tú skalt ognast alt hetta.