Fylg mær!

Skrivað: Jonleif Danielsen

“Og Jesus segði við teir: “Komið og fylgið mær, og eg skal lata tykkum verða mannafiskimenn” (Mark 1,17)

Lívið sum trúgvandi hevur sínar avbjóðingar. Vit stríðast sum øll onnur menniskju við okkara gerandisviðurskifti.

Men í okkara gerandisdegi er tað, at okkara kæri vinur Jesus kallar okkum til nakað heilt serligt, sum heimurin ikki skilir. Hann kallar okkum til at fylgja honum eftir.

Sum vit síggja í versinum omanfyri, var kallið til at fylgja honum tað fyrsta, Jesus segði við Pætur, og somuleiðis lesa vit í Jóhannes 21,19, at ”Fylg mær” var tað seinasta, sum Jesus segði við Pætur í evangeliinum.

Tá vit fylgjast við honum, kenna vit einans málið, sum er himmalin, men vit kenna ikki, hvar ferðin ber. Men tað er eisini líkamikið, tí á ferðina hava vit hann, sum hevur vunnið sigur á deyða, synd og djevli, og tí kunnu vit ferðast við honum uttan at óttast fyri nøkrum.

Á ferðini sleppa vit eisini at vera mannafiskarar. Og hetta er av sonnum ein framíhjárættur. Vit, sum fyrr vóru fíggindar Guds, sleppa nú at síggja Harran Jesus virka síni undur ígjøgnum okkum, og vit sleppa at síggja hann møta menniskjum, sum er tað størsta undrið av øllum.

Men tað byrjar við hesum, at Jesus møtir okkum og sigur somu orð við teg í dag, sum hann segði við Pætur: ”Fylg mær”.