Fylg væl!
Hvat vilt tú hava onnur at siga um teg? “Hann er vakur. Hon er fitt. Tú ert dugnaligur.” Ella hvat vilt tú hava onnur minnast teg fyri, tá ið tú ert við sólsetrið av tínum lívi ella ert farin haðani frá? Ivaleyst sum ein góður maki. Eitt gott foreldur. Ein góður vinur. At hini fingu nakað gott frá tær, sum myndar teirra lív. – At tú leiddi lívið væl.
Tá ið vit hugsa um leiðslu, síggja vit kanska ein stjóra, løgmann, venjara ella forseta fyri okkum. Men vit leiða øll, um vit vita tað ella ikki. Spurningurin er ikki, um eg leiði, men hvussu eg leiði? Og vil eg leiða væl, má eg fylgja væl!
Undrar tað teg nakrantíð, tá ið tú lesur eina bók ella sært ein film, at sjáldan sært tú eina vælvirkandi familju, har maður og kona eru trúgv og samstundis fyrimyndirnar? Ella hvussu ljótar orðingarnar skjótt kunnu gerast, tá ið fólk eru ósamd á talgildum miðlum? Tað, sum kemur inn ígjøgnum míni eygu, ávirkar meg. Leiðir meg.
Jesus segði: Eg eri hin góði hirðin, og eg kenni mínar, og mínir kenna meg.
Fylgi eg væl, leiði eg væl!