Fylgja einari nísu?

”Hann eyðmjúkar letur ganga við rætti, hann eyðmjúkar veg sín lærir. ”
Sálm.25,9

 

 

Er tað torført hjá tær at taka eina avgerð? Tú kennir rætt frá rangum, men tað er nógv torførari at velja rætt, tá ið munurin ikki tykist at vera so stórur. Torførast av øllum er tað, tá ið tú noyðist at velja millum tveir goðar møguleikar. Jesus lovar tær sína vegleiðing, um so er, at tú kann gera nakað ógvuliga týdningarmikið. Hvat er tað? At vera eyðmjúkur og lítillátaður.

 

Í 1800-talinum óttaðust sjómenn ta vandamiklu fronsku siglingarrennuna við strendurnar á New Zealandi. Her var Pelorussundið, fult av svikafullum streymum og spískum hvøssum boðum, sum lógu fjaldir beint undir vatnskorpunum. Nógv skip fórust um hesar leiðir.

 

Ein ódnarmorgun í 1871 hevði ”Brindle”, sum sigldi úr Boston til Sidney, stórar trupulleikar at koma gjøgnum siglingarrennuna, tá ið ein nísa leyp upp úr sjónum. Manningin ætlaði at skutla hana; men kona skiparans skeyt upp, at tey fylgdu henni. Royndir sjómenn, sum teir vóru, ynsktu teir ikki at lurta eftir einum konufólki, og enn minni einum havdýri. Kortini vistu teir, at nísan hevði livað lív sítt í hesum svikafulla farvatninum. Í mong ár hevði hon svomið kvikliga í ”fastari rutu” gjøgnum tey opnu sundini og var sloppin undan boðunum. Ja, hon visti munandi meir um Pelorussundið enn teir. So skúgvaðu teir sín egna stoltleika og mannaskyn til viks og fylgdu henni eyðmjúkliga og komu trygt ígjøgnum.

Frá tí degi støðaðist Pelorus Jack, sum teir kallaðu hana, í hesum sundinum. Sjómenn hildu útkikk eftir henni. So skjótt sum nísan sá eitt skip, leyp hon upp úr vatninum og varð altíð heilsað við einum fagnaðarrópi frá teimum umborð. Í fjøruti ár frá 1872 til 1912 vísti Pelorus Jack skipum leið gjøgnum hesi vandamiklu farvøtn og bjargaði í túsundatali av lívum.

 

Øll hesi árini var tað bert eitt skip, sum sigldi upp á ein skørðutan boða og sakk. Hví? Í 1903 skeyt eitt av ferðafólkunum – hann var fullur – eftir nísuni og særdi hana. Í tvær vikur var einki djór at síggja, og tá ið hon kom aftur til arbeiðis, sýtti hon fyri at vísa hasum eina skipinum leið, og tað sigldi skjótt upp á ein boða, og soleiðis fórst tað.

 

Jesus lovar at vísa tær sín veg, geva tær góð ráð og vegleiða teg, tá ið tú skalt taka avgerðir. Tín partur? Tú mást vera nóg lítillátaður og eyðmjúkur at fylgja honum. Tú fert at koma trygt gjøgnum lívið, um tú fullkomiliga lítur teg upp til hansara og fylgir hansara leiðum, júst sum hasir sjómenninir litu á Pelorus Jack.

Úr enskum. E.Campbell umsetti