Fyri ásjón Guds
“Koyr meg ei burtur frá ásjón tíni!” (Sálm 51,13)
Hetta er ein bøn, ið leiðir okkum inn fyri ásjón Guds. Hvussuleiðis er har? Har er tað so, at tú aftur og aftur má biðja sum Dávid í Sálmi 51. Har er, sum hann sigur tað í einum øðrum sálmi (16,11): “Fyri ásjón tíni er fylling av gleði.” Hjá okkum undir tí nýggja sáttmálanum, sigur Paulus í eini málbering – “fyri ásjón Krists”, tað sama. Tá ið vit falla á knæ við krossin og síggja inn í andlitið á honum, ið har hongur, so vita vit, at tað er Guds ásjón, vit síggja. Tá hendir nakað, nakað, ið bráðnar. Í Øðrum Korintbrævi sæst, at nakað var komið upp millum Paulus og kæra kirkjulið hansara. Nú er tað sum fokið burtur. “Tí at eisini tað, sum eg havi fyrigivið – um eg havi havt nakað at fyrigeva – tað havi eg gjørt fyri tykkara skuld, fyri ásjón Krists” (2 Kor 2,10).
Hetta er ein orðaleys bøn, har vit dvølja í nærveru Guds, har vit, uttan at vita av tí, siga sum Pætur á umbroytingarfjallinum: “Her er gott at vera!”
Tað er tí rætt at geva sær góða stundir, meðan vit venda okkum at Gudi í bøn. Tað vil hin óndi av øllum alvi forða. Tað er ótruligt, sum hann fær forðað okkum júst ta løtuna. Knappliga fer hugurin at reika um eitt bræv, tú átti at hava svarað aftur, síðan var tað ein telefonuppringing, ið átti at verið svarað. Eg helt áður, at tá ein gerst gamal, verður ein friðaður eins og gomul hús verða, men so er sanniliga ikki. Júst, tá ein hevur gjørt av at leggja frá sær med alla, verður ein díktur undir við uppgávum. Tað er kanska nakað skrupnervøst, ein veruliga einki kann gera við. Djevulin nýtir støðuna til sítt gagn. Hann kennir okkara veiku síður. Men eru vit vorðin gomul, tá kunnu vit eins og Paulus siga: “Ætlanir hansara kenna vit.” Hann vil skilja okkum frá Gudi. Tað fer fram eitt stríð um okkum og í okkum. Friðaligur aldurdómur? Ikki hjá Kristi stríðsmonnum.
Statt upp, í stríð for Jesus! Ei verður løtan long,
í dag tú hoyrir herróp, í morgin sigurssong.
Til hvønn ein ein trúgvan stríðsmann Gud goymir sigurskrans
– og so við heiðurs drotti at eiga ríki hans.
(HMS 405,4)