Fyrigeving
Lukas 7,36-50.
Hon stóð har í durunum og sendi sínar skuggar inn í húsið, har Jesus var boðin inn at eta hjá Símuni farisearanum. Andlit hennara bar brá av, at hon var ein syndafull kona. Hon stevndi beina leið móti Jesusi, stillaði seg grátandi aftan fyri hann, og meðan tárini runnu niður eftir kinnum hennara og niður á Jesu føtur, turkaði hon føtur hansara við høvuðhári sínum og kysti føturnar og salvaði teir við smyrsli.
Óivað eru øll við borðið tagnað og hava eygleitt Jesus og hesa kvinnu, sum so ósmæðin hevði hug at oyðileggja hesa góðu samkomu.
Jesus kendi hugsan teirra og breyt tøgnina. Hann spurdi Símun, um hann kundi siga honum nakað, og tað fekk hann loyvi til. Jesus segði líknilsi um teir báðar, sum skyldaðu einum manni pengar. Annar skyldaði fimm hundrað denarar og annar fimmti. Teir áttu einki at gjalda við, og hann gav báðum eftir. Hvør teirra mundi nú elska hann meir? Svarið hjá Símuni var: Tann, sum hann gav meira eftir.
Jesus vildi við hesum dømi vísa, at vit øll hava syndað, og øllum vantar Guðs heiður. Kvinnan fór til Jesus og fekk syndir sínar fyrigivnar.
Jesus doyði á Golgata fyri allar okkara syndir – bæði stórar og smáar. Bara Jesus kann fyrigeva okkum okkara syndir.