Fyrigeving
Ofta kann eg hugsa, at nú er ov mikið. Hetta fer yvir mítt mark fyri, hvat eg kann finna meg í. Skal eg blíva við at lata hetta ganga? Verður tað nakrantíð betri? Hetta kann til dømis vera hjúnafelagin, ein á arbeiðsplássinum, ella ein kristin bróðir, ið ger mær órætt.
Henda sama spurning spurdi Pætur eisini Jesus (Matt 18). Hvussu ofta skal eg fyrigeva bróður mínum, um hann syndar ímóti mær? Pætur metir, at 7 ferðir kanska er eitt hóskandi tal. Jesus svarar í tveimum pørtum. Fyrst stutt: Heldur 70 ferðir 7, sum gevur 490 ferðir. Hetta merkir eitt nógv størri tal, enn vit klára at halda skil á.
Síðani sigur Jesus frá, hví vit skulu fyrigeva hvør øðrum. Hann fortelur um tann skuldnabundna tænaran, ið fekk eina ovurhonds stóra skuld eftirgivna av konginum. Tænarin fer so til lagsbróður sín, ið skyldar honum eina lítla nøgd av peningi og ikki vil eftirgeva hesa lítlu skuld. Tá kongurin frættir um hetta, setur hann tænaran í fangahús.
Vit eru í somu støðu sum hesin tænarin fyri Gudi. Okkara skuld/synd er ovurhonds stór, og vit megna ikki at gjalda. Men vit, ið hava sett okkara álit á Jesus sum okkara loysigjald, hava fingið alla okkara synd fyrigivna. Sjálvandi skulu vit fyrigeva hvør øðrum so nógv sum møguligt.
Tað er so lætt at síggja flísina í eyganum á bróður okkara, men um eg veit av bjálkanum í mínum egna eyga, so er flísin ikki tann størsti trupulleikin.
“Fyrigev okkum skuldir okkara, so sum vit fyrigeva skuldarum okkara” (Matt 6,12).