Fyrireikað á ferð
At koyra langar túrar, sum vit ofta gera, kann krevja sítt. Bilurin er fullur av fólki av ymiskari stødd og ymsum aldri, ið hvørt krevur sítt. Eina telefon, ein skerm, eina bók, ein kodda, oyratelefonir (fyri at varðveita friðin í bilinum) og so okkurt etandi afturat. Krøvini eru óteljandi, og lutfallið millum krøv og nøgdsemi er sjálvdan nakað, ið fellir foreldrunum framman til fyrimuns. At fara á langferð á danska motorvegnum kennist viðhvørt sum at varðveita frið í krígstíð – nakað, ið í sær sjálvum er ógjørligt.
Tó er eitt, ið er vist, hóast har er so nógv annað óvist. Ferðafólkið er tað sama, akfarið tað sama og vegurin tann sami. Har eru nógvar løtur í lívinum, ið beinleiðis minna um stóru ferð okkara gjøgnum lívið. Vit eru øll á ferð. Vegurin er bert tann eini, og bert hesin eini førir á mál. Har er nógv, ið kann órógva friðin; krøv, órógv í lívi okkara, óvissa og aðrar spennandi leiðir. Tað er tí týdningarmikið at vera væl fyrireikað á ferð. Eru vit væl fyrireikað, kann ferðin í sær sjálvum vera ein partur av tí at koma á mál og ikki bara nakað, ið skal gerast. Ferðin á mál er eisini ein spennandi ferð – men vit mugu vera fyrireikað, um ikki ferðin skal vera møðsom. Ein ferð er ein ferð, hvørt hon er løtt ella møðsom. Tak tí tað við á leiðini, ið gevur góðan byrð.
Jesusi fylgja, fylgja dag um dag í hans vinalag.
Jesusi fylgja, ferðast við honum hvønn dag.
Ferðast í ljósi, ferðast í myrkri, fylgja dag um dag í hans vinalag.
Ferðast í ljósi, ferðast í myrkri. Jesusi fylgja hvønn dag.