Gakk tryggur fram við góðum treysti

 

”Eg veit um gerningar tínar. Sí, eg havi latið dyr standa opnar fyri tær, sum eingin er mentur at lata aftur; tí at tú hevur lítlan mátt, og kortini hevur tú varðveitt orð mítt og ikki avnoktað navn mítt. ” Op.3,8

So skulu vit enn einaferð venja okkum at skriva eitt nýtt árstal. Hitt gamla árið fór afturum. Vit skræddu seinasta blaðið úr álmanakkanum og blakaðu hann í ruskílatið. Í staðin hongdu vit ein nýggjan við einum nýggjum árstali á naglan á bróstinum.

Tað eru so mangar hugsanir, sum fara ígjøgnum høvdið eina slíka løtu. Tíðarinnar tonn setur síni merki í okkum og tægar okkum sundur. Tíðin dregur okkum við sær, um vit vilja tað ella ikki. Henda veruleika eiga vit ikki at skúgva frá okkum men heldur steðga á og spyrja okkum sjálvi: ”Hvussu nýti eg tíðina, tí hon er, tá ið samanum kemur, ikki óavmarkað?”

”Klokkan slær, tiðin fer” og vit skræða eitt blaðið fyri og annað eftir úr álmanakkanum og vóna, at vit eiga nógv ár eftir. Men tað vita vit púrt onki um. Vit vita bara, at tíðin kennir bara eina leið, og tað er frameftir. Men hvat ið fjalir seg innanfyri tær hurðar, sum tíðin leiðir okkum fram á, er alt dult fyri okkum.

Á summum teirra stendur kanska: Opið 9-16, stongt leygardag. Á øðrum: Ongin atgongd fyri ørindaleys. Og á øðrum stutt og greitt: Atgongd bannað.

Og so allar tær hurðarnar, sum vit menniskju skumpa aftur hvør fyri øðrum við hjartakulda og líkasælu. Ongantíð hava menniskju livað so tætt hvørt øðrum sum í dag, og so kortini kanska ongantíð so fjart hvørt frá øðrum sum júst í dag – vegna tær nógvu stongdu hurðarnar, sum vit sjálvi læstu.

Men mitt í tíðarmeldrinum eru tað kortini einar dyr. Um tær sigur tann, sum hevur alt vald í himni og á jørð: ”… Sí, eg havi latið dyr standa opnar fyri tær, sum eingin er mentur at lata aftur; …” Op.3,8

Hvussu nýta vit tíðina? Gud hjálpi okkum ikki bara at reka við tíðarstreyminum, men at fara inn um Jesu opnu dyr og liva lívið grundfest í tí, sum vit í dópinum vórðu gróðursett í.

Teim, ið treingja, skalt tú vera góður,
treysta tey, ið eru veik og arm,
Harrin gevur hvíld, tá tú ert móður,
tekur tær úr hjarta sorg og harm.