Gamlar lygisøgur forða fyri sonnum ævintýrum

 

”Men Maria legði sær øll hesi orð í geyma og hugsaði um tey í hjarta sínum. ”
Luk.2,19

 

Hvussu gamal vart tú, tá ið tú fekst skil á, at jólamaðurin ikki er til? Átti tú eina eldri systur ella beiggja, sum argaði teg, av tí at tú enn trúði á hann, eftir at tey høvdu lært ”sannleikan” at kenna? Hetta er ein ørkymlandi tíð fyri børn!

Og samstundis sum børnini vraka ævintýrið um hin fitta jólamannin, sum kemur ósjónligur einaferð um árið at eftirlíka ynskjum teirra, venda tey sær eisini av sær sjálvum burtur frá øllum øðrum jólasøgum, tey hava hoyrt.

Tað er orsøkin, at so mangir ungdómar og vaksin við bara kenna Jesus sum pinkubarnið, ið verður borið í heim av einari moyggj og lagt í eina krubbu – og hetta halda tey vera næstan líka trúligt sum hin feiti maðurin, sum kemur niður ígjøgnum skorsteinin uttan at sóta sær klæðini!

Sum oftast missa fólk áhugan fyri søguni um Jesus, áðrenn tey síggja hann vaksa upp, og áðrenn tey duga at skilja, at pápi hansara ikki er træmyndin í krubbuspælinum, men himmalsins náðigi Gud, sum gav einasta son sín við tí so einastandandi ótrúligu grundgevingini, at vaksin bara duga at skilja hana, um tey duga at finna sína barnatrúgv aftur, sum varð misnýtt og svikin, tá ið tey vóru børn.

Sama Bíblian, sum sigur okkum søguna um, hvussu Gud í stóra kærleika sínum sendi son sín higar at frelsa okkum frá sjálvgóðskunnar pínu og einsemi, sama Bíblian sigur okkum frá einum óndum anda í heiminum, sum roynir at ræna alla vón og alt dirvi frá okkum(1.Pæt.5,8).

Tí er tíðin eisini so ørkymlandi fyri vaksin! Ofta er lættari at lata seg slúka av dagsins strevi enn at seta seg andlit til andlits við ruðuleikan og ørskuna, og ongantíð á árinum er hurlivasin so stóru sum um jóltíðir.

Brúka hesi jólini at gerast barn aftur. Lurta eftir søguni um Jesus og trúgv hvørjum orði. Gleð teg um hin einfalda vitnisburðin hjá hirðunum og grunda um hann í hjarta tínum, eins og móðirin at barninum gjørdi(Luk.2,19). Leita í hesum gomlu frásøgnunum eftir tí ”Og eingilin segði við teir: »Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. ” Luk.2,10. Og tá ið so jólini eru av, halt so á at leita – leita eftir Jesusi sum vaksnum, Frelsaranum, sum bjóðar tær frið uttan allan henda hurlivasan.
”Tidens Tegn”. E.Campbell umsetti