Gleði í Guds kalli

Skrivað: Derhard Jógvansson

Fyri nøkrum árum síðani segði ein arbeiðsleysur við meg: “Eg hataði mítt arbeiði, men eg hati meira ikki at hava nakað arbeiði at hata.”

Einaferð fortaldi Jesus eina søgu um ein húsbónda, sum fann nakrar bønarmenn til at arbeiða í sínum víngarði. Teir vórðu samdir um eina løn áljóðandi ein denar fyri arbeiðið. Men ikki allari bønarmenninir arbeiddu líka leingi. Nakrir arbeiddu ein heilan dag og aðrir bara ein tíma. Tá ið lønin skuldi gjaldast, hugsaðu teir, sum høvdu arbeitt allan dagin, at teir mundu fáa meira í løn, tí hinir høvdu fingið ein denar fyri teirra stutta arbeiðsdag. Nei, allir fingu somu løn.

Vit kunnu hugsa, at tað var órættvíst av honum at gjalda øllum somu løn, ella vit kunnu hugsa, at tað var stórt og gávuríkt. At teir, sum arbeiddu longst áttu at verið glaðir fyri lønina og fyri møguleikan at arbeiða allan dagin, meðan hinir stóðu fyri einki.

Jesus hevði eitt kall. Hann var sínum kalli líðin, so vit skuldu fáa løn! Hann gjørdist menniskja. Livdi eitt fyrimyndarligt lív í sínum kalli. Varð straffaður, dømdur og dripin eftir sínum kalli. Reis upp triðja dagin. Livir.