Gleðiboðskapurin

Og eingilin segði við teir: ”Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu vera fyri alt fólkið.
Luk. 2,10.

 

Tað var nátt yvir Betlehems vøllum, tá ið eingilin opinberaði seg, og tað var nátt um allan heimin – andaliga talað, ”tí myrkrið hylur jørðina og sorti fólkini,” sum Jesaja sigur.

 

Tað er víst torført hjá okkum, sum kunnu gleðast um ljósið í gleðiskapinum, og sum kenna frelsaran, veruliga at kunnu seta okkum inn í tað, sum myrkrið skapti av ótta og vónloysi. Onki ljós strálaði yvir lív teirra, heldur ikki yvir deyðan og ævinleikan. Men so var ljósið brádliga har, sum Lukas orðar tað ”sum sólarris av høgum himli hevur vitjað okkum við.” Náðarinnar sól er uppkomin, og hon fer aldri at seta aftur, tí miskunn Harrans og frelsa varir í allar ævir.

 

Finst nøkur heilsan, sum kann metast við hana, sum eingilin kom við hina ógloymandi náttina? Hetta hjálpir okkum í minsta lagi eitt sindur at skilja, hvat hesin gleðiboðskapur hevði at týða, um tað veruliga gongur upp fyri okkum, hvussu tað hevði verið, um Jesus ikki var komin til okkara. So hevði alt verið tað, sum vit nevna við orðinum vónleyst.

 

Hugsa um tað! Friðleys mannahjørtu, tyngd av ringari samvitsku, uttan møguleikan at gera tað gott aftur, sum tey høvdu forbrotið, uttan vón um fyrigeving. Um tey hildu seg hava eina vón, so var tað bara ein følsk vón, sum fyrr ella seinni brast. Syndatrælir uttan møguleika at slíta leinkjurnar, og uttan megi at liva eitt sigrandi, reint og eydnuríkt lív. Tí hvør man kunna hjálpa teimum, um onki evangelium er til – ongin gleðiboðskapur um fyrigeving og tryggleika í lívinum, í deyðanum og í ævinleikanum? Sanniliga – eingilin hevði rætt, hetta vóru eini gleðiboð, og lovaður veri Gud, hetta var ein boðskapur til øll!

 

Og hvat er ikki hent síðan tá! Milliónir av menniskjum, sum sótu í myrkri og skugga deyðans, hava sæð eitt stórt ljós, og alt er broytt. Og ljósið verður enn borið uppaftur longri út til teirra, sum enn sita í myrkri. Hvønn dag hendir hetta undrið, at onkur verður kallaður úr myrkrinum inn í hansara undurfulla ljós. Tí undrið við jólunum endurtekur seg og hevur gjørt tað í allar hesar øldirnar. Tí halda vit ikki jól bara fyri at minnast nakað, sum hendi einaferð fyri langari tíð síðani, men fyri aftur og aftur at prísa Gudi fyri hesa stóru gleðina, sum skuldi vera fyri alt fólkið. Tí Gud vildi ikki bara, at øll skuldu hoyra um hetta, sum hent var, men eisini uppliva tað, tí annars fór tað ikki at hjálpa nøkrum okkara. Tí kann heldur ongin halda eini røtt jól uttan tey, sum hava fingið lut í hesi stóru gleðini, sum tey ikki bara hava hoyrt um, men sum tey hava upplivað og hvønn dag liva í. Og tí hava vit eisini so ósigiliga nógv bæði at gleðast um og at gleðast til.

 

Um mangan er mítt gleðiljóð
ein gráturødd at hoyra,
so skal øll krossins tyngd ei tó
tað mær av vørrum koyra.
Tá hjartans neyð sum mest gerst trong,
eg spenni gleði-hørpustrong,
at hann skal betur ljóða;
og syrgin hjørtu skilja best,
hvat henda stóra fagnarfest

av gleði letur bjóða.