Gleðiboðskapurin

”Tí at eg skammist ikki við gleðiboðskapin, tí at hann er Guðs kraft til frelsu fyri hvønn tann, sum trýr, bæði fyri Jøda fyrst og síðan fyri Grikka. ”
Róm.1,16

 

 

Tað var eitt, sum Paulus kendi seg kallaðan til fram um nakað annað, og tað var at kunngera gleðiboðskapin um Harra váran Jesus Krist fyri høgum og lágum, stórum og smáum, og til eina og hvørja tíð. Tað smæddist hann ikki við. Heldur ikki vit vilja smæðast við at minna á gleðiboðskapin, tí hann er av sonnum hitt virðismiklasta av øllum og heldur sítt virði, tá ið alt annað ferst. Paulus kendi tað sum sína lívsuppgávu til eina og hvørja tíð at halda gleðiboðskapin fram.

 

At gera hetta yvir fyri skúlabørnum okkara hevur verið fremsta uppgáva lærarans frá tí fyrsta av, og mong eru tey, sum í ávísum løtum, ið hvussu so er, minnast við tøkk tað, tey nomu av gleðiboðskapinum, meðan tey gingu í skúla. nógv er, sum troðkar seg inn á skúlan í okkara tíð, og sumt av tí sleppa vit ikki undan, tí tað er neyðugt fyri at kunna klára seg í samfelagnum; men gleðiboðskapurin er líka neyðugur nú sum fyrr, og tí mugu vit vera takksom fyri tey, sum ikki skammast við gleðiboðskapin innan skúlagátt.

At bera henda gleðiboðskap fram í heimum okkara, fyri børnum okkara og fyri ungfólki okkara og annars fyri øllum fólki okkara, er kanska meira neyðugt í dag enn nakrantíð, nú so nógv, ið oyðileggur og brýtur niður, floymir inn yvir landið, og hin ungi mangan kennir seg ráðaleysan og máttleysan, og treingir til at fáa gott í beinini, nakað, sum stirðil er í.

 

Hesin gleðiboðskapur inniheldur nakað av størsta týdningi fyri alt okkara lív á foldum og fyri okkara ævigu lagnu. Paulus sigur í 1.Kor.15: ”Tí at eg læt tykkum fáa at vita fyrst og fremst, tað sum eg eisini havi tikið við, at Kristus doyði fyri syndir okkara samsvarandi við skriftirnar, ”

Hetta er gleðiboðskapurin: Kristus er deyður fyri okkum og upprisin fyri okkum samsvarandi við skriftirnar. Gud hevur í Jesusi Kristi skapt okkum ein útveg burtur úr syndarinnar og deyðans landi fram til ævigt lív. Gud hevur framt sína frelsuætlan, og tí hevur mannaættin møguleika fyri at liva eitt satt mannalív, og eigur vón um eina æviga tilveru hjá Gudi, har eingin synd og deyði og djevul er meira. Alt tað, sum ofta gera lívið her á foldum so óhugnaligt og torført, er tá av.

Hesin gleðiboðskapurin kallar okkum til eitt lív í trúgv, vón og kærleika. Trúgv, tí hon knýtir okkum til Jesus og frelsuverk hansara. Vón, tí í trúnni á Jesus Kristus vita vit, at sum hann reis upp, skulu vit rísa upp. Kærleika, tí at hann elskaði okkum fyrst uttan at gera mannamun, og harí liggur eitt kall til okkara at gera tað sama.

 

Gleðiboðskapurin er tó ikki bert eitt kall, men er sjálvur eisini Guds kraft til frelsu fyri hvønn tann, sum trýr. Tað er jú Gud sjálvur, sum í anda sínum virkar við gleðiboðskapinum. Ferð aftan á ferð upplivir ein hesa kraft – hvussu hon reisir hin falna, styrkir tey veiku, uggar tey sorgarbundnu, skapar nýtt lív. – Eisini teimum, sum í dag syrgja og sakna, teimum, sum í dag hava gingið seg fastan, er gleðiboðskapurin Guds kraft til frelsu. Einkið annað á fold kann sum hann bera okkum uppi. Tí vilja heldur ikki vit skammast við gleðiboðskapin.

Høgni Poulsen