Gloym ikki
“Gloym ikki allar vælgerðir hans” (Sl 103,2).
Hvat minnist tú best frá farna ári? Mong hava eitt so rangvørt huglag til lívið og Guds mongu gávur, at tey minnast best sjúkradagarnar, illveðursdagarnar, tey niðrandi orðini og tey ókerligu egnabráðini. Tey líkjast barninum, sum svaraði fastrini, sum var og vitjaði og spurdi, um barnið mintist, at hon hevði vitjað tey fyrr? Jú, svaraði barnið og segði:
-Tá hevði tú heldur ikki góðgæti við til mín!
Hví gloymir tú skjótt og lætt mongu vælgerðir Guds? Tú hevði tær á hondum, men gavst teimum ikki gætur. Tú hoyrdi um tær, men boðskapurin fór út aftur gjøgnum hitt oyrað. Tú kendi smakkin av teimum, men hann hvarv so brátt.
– Gloym ikki allar vælgerðir hans! sigur Dávid takksamur fyri umleið 3000 árum síðani. At minnast vælgerðir Guds, takka og undrast yvir tær er sostatt ein gomul avbjóðing. So nevnir Dávid nakrar av teimum: Harrin fyrigevur, grøðir, er mildur, náðigur og miskunsamur, kennir forløg vár, og fer ikki við okkum eftir syndum várum. Soleiðis er Harrin mildur móti teim, sum hann óttast (11. v.)
Dávid og øll tey, sum hava lagt lív sítt í Guds hendur, uppliva ikki bara góðar og lættar dagar. Kortini uppliva tey umsorgan og vælgerðir Guds dagliga – og takka og undrast.
Minnist tú og takkar fyri vælgerðir Guds, fer tú at takka mest fyri Guds størstu vælgerð – Jesus. Hann er Guds dýrasta vælgerð, rætt tær og øllum hinum – tí hann er frelsari frá synd, deyða og dómi. Tá verða Dávids orð eisini tíni: “Sál mín Harranum lova, og alt, sum í mær er í, heilaga navni hans. Sál mín, Harranum lova, og gloym ikki allar vælgerðir hans!