Gloym tað, sum er farið, og rætt teg frameftir

Skrivað: Ásbjørn Jacobsen

“Eitt geri eg: eg gloymi tað, sum er aftan fyri bak, og eg rætti meg fram eftir tí, sum er fyri framman, og skundi soleiðis at málinum, til tann sigursgrip, sum Gud hevur kallað okkum til úr erva í Kristi Jesusi” (Fil 3,14).

Hann gloymdi dagin í gjár og rætti seg fram eftir málinum. Soleiðis livdi og virkaði Paulus ápostul. Um vit støðugt hugsa um tað, sum miseydnaðist í gjár, tá er skjótt, at vit steðga upp og missa málið úr eygsjón.

Lít á Jesus! Tey flestu kenna til hetta, at summir dagar eru tungir og aðrir lættir. Vit kunnu møta sorg, sjúku, mótgongd, einsemi og øðrum, sum kann fáa okkum at missa mótið.

Eitt skalt tú vita, at Jesus er tær nær, eisini og kanska serliga, tá ið tú stríðist við sorg, sjúku, stúran og einsemi, og tá ið Gud tykist vera langt burtur.

Hann er tær nær, hóast tú ikki kennir tað soleiðis ella sært hann. Hann livir saman við tær, gleðist saman við tær, syrgir saman við tær og stríðist saman við tær. Ja, hann (Jesus), sum er við høgru hond Guds, gongur í forbøn fyri okkum við ósigandi suffum (Róm 8,26).

Jesu náði og umsorgan fyri tær er nýggj og fullkomin hvønn einasta dag! Ger sum ápostulin, gloym tað, sum farið er. Lít á Jesus, og rætt teg fram eftir málinum, sum er fyri framman, til tann sigursgrip, sum Gud hevur kallað okkum til úr erva í Kristi Jesusi.