Góði hirðin er ikki líkasælur

Skrivað: Jóannis Fonsdal

Í líknilsinum um seyðamannin fáa vit eyga á Jesu umsorgan fyri hvørjum einstakum av okkum. Hann letur ikki tann eina seyðin fara fyri skeytið, nei, hann ger alt fyri at bjarga honum. Hann hugsar ikki um egnan vinning, at nú hevur hann 99, og bara ein manglar, so tað ikki ger ikki so stóran mun. Nei, í ovurstórari umsorgan fyri tí eina, fer hann at leita eftir tí burturmista.

Fyri Jesus er hvør einstakur syndari dýrt keyptur. Hann hevur við líðing og deyða sínum leyskeypt allar syndarar. Teir kostaðu honum nógv meira enn ein seyður kostar einum manni. Tí er tað ómøguligt, at hann ikki skuldi havt umsorgan fyri at fingið tann eina aftur á rætta leið, tá ið hin óndi hevur vilt hann burtur úr fylginum.

Her síggja vit eitt sindur av Jesu stóra hjarta og kærleika til okkum menniskju. Hann er ikki líkasælur viðvíkjandi tær og mær, men ynskir at finna okkum og bera okkum heim á herðum sínum.

Tá ið hann hevur funnið tann eina, er hann so ovurfegin, at hann kallar vinir og grannar at samgleðast við sær um tann eina syndaran, sum vendi um.